Nú hendi tað so ótrúliga, at Føroyar sum ein hin minsta fótbóltstjóðin í heiminum, skal møta teimum báðum størstu og entá í so frægum og søguligum býum sum Rom og París.
Vit hava viðgjørt henda spurning áður á hesum stað og inni í blaðnum, og vit kunnu tí bert endurtaka, at vit eru ómetaliga heppin at skula spæla ímóti teimum størstu. Hóast onkur vildi verið hetta fyriuttan, tá hugsað verður um, at vit kunnu vera fyri dyggiligum tapum, so er hetta kortini eitt einastandandi høvi at marknaðarføra Føroyar uppá. Henda nærsagt ókeypis reklama - verður hon rætt brúkt - kann vera gullverd fyri okkum. Vit fara av álvara at koma á heimskortið, og tað kann vera við til at menna okkara ferðavinnu eins og tað kann skapa áhuga fyri teimum mongu vørum vit hava at bjóða umheiminum.
Latið okkum tilrættaleggja hetta væl og virðiliga. Ikki bara sita og bíða og vita, hvat hendir. Her eiga bæði myndugleikar, vinnulív og onnur at seta hvørjum øðrum stevnu við eini dagsskrá: hvussu fáa vit góð úrslit móti hesum londum og hvussu kunnu vit brúka hesar fótbóltsdystir til at profilera og marknaðarføra okkum sum tjóð.
Hvat við at almennu Føroyar, landsstýrið onkursvegna, sjálvt tekur stig til ítøkiliga at betra um karmarnar hjá fótbóltslandsliðnum til komandi dystir. Hetta kann gerast uppá so nógvar mátar. Tað verið seg at fáa okkum útlendska professinella hjálp bæði á venjaraøkinum og til servenjing av spælarum. Latið okkum tora at hugsa ótraditionelt og øðrvísi, tí nettupp henda støða vit eru komin í er ótraditionell og øðrvísi. Eitt vælfyrireikað og vælspælandi landslið kann skapa enn eina sensatión, og kanska eina, sum er størri enn hon móti Eysturríki á sinni. Latið okkum ikki formøbla henda einastandandi møguleika. Setið út í kortið nú.
Sosialurin