Undir vitjanini hava umboð fyri almennar stovnar hildið fyrilestrar fyri limunum í nevndini, teirra millum Bogi Hansen, sum hevur tosað um klimabroytingar, Sigurd í Jákupsstovu, um oljuleiting við Føroyar og orku annars og Pál Weihe, sum greiddi frá kanningunum av tungmetallum í grind og spiki.
Í tíðindaskrivi sigur Norðurlandaráðsins umhvørvisnevnd, at Norðurlond hava góðar fyritreytir fyri at vera slóðarar í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Veðurlagsfundurin hjá ST í Keypmannahavn ár 2009 er eitt frágerðargott høvi fyri einum sterkum norðurlendskum verðurlagssamarbeiði. Eisini sjálvstýrandi økini, Føroyar, Grønland og Áland, eiga at vera virkin og blanda seg upp í hetta mál.
Tað er gott, at vit í Føroyum eiga serfrøðingar og granskarar, sum kunnu gera seg galdandi innan umrøddu øki. Vit hava so sanniliga eisini eina ábyrgd at vera við í felags stríðnum móti dálking og fyri varandi orku. Bogi Hansen, sum fekk Norðurlandaráðsins umhvørvisprís í 2006, er ein góður ambassadørur fyri Føroyar, tá tað um hesi álvarsmál ræður. Hann hevur verið ótroyttiligur at minna politikararnar á teirra ábyrgd. Við ganskingini hjá Boga Hansen, Pál Weihe og øðrum geva lítlu Føroyar eisini sítt íkast til altjóða samfelagið. Júst í hesum døgum er stór grein í viðurkenda amerikanska blaðnum Washington Post um nettupp granskingarúrslitini hjá Boga Hansen av eitt nú ávirkanini, sum upphitingin hevur á Golfstreymin.
Umhvørvisnevndin hjá Norðurlandaráðnum staðfestir undir Føroyavitjan síni, at koltvíiltuútlátið pr. íbúgva í Føroyum er millum tey hægstu í verðini. Um Norðurlond skulu vera eitt slóðara-øki, eiga øll Norðurlond og øki at stremba eftir strangari útlátskrøvum, sigur framsøgufólkið hjá umhvørvisnevndini, stórtingslimurin Asmund Kristoffersen. Bogi Hansen vísir á, at føroyska útlátið er ein stórur trupulleiki, og at tað er púra ábyrgdarleyst, at Føroyar ikki hava góðkent Kyoto-sáttmálan. Latið okkum øll royna at ávirka okkara politikarar og minna teir á hesa ábyrgd mótvegis umhvørvinum.
Sosialurin










