Dagurin verður nýttur til at seta fram krøv um løn, javnstøðu, um fólkaræðiligar ábøtur og ikki minst at minna á mannarættindi og samhaldsfesti. Tað er tí sera viðkomandi, at ein av røðarunum á fyrsta mai fundinum í høvuðstaðnum nýtti høvið at tala um tolsemi og samhaldsfesti. Hesi evni eru aktuel orsakað av altjóðagerðini, ið hevur elvt til stóra fólkaflyting til Europa. Tjóðríkið, ella nationalstaturin, er í stórari broyting, serstakliga í Europa, ið fyri stóran part er vorðið ein arbeiðsmarknaður. Europa dregur sum ein magnetur fólk úr øllum heiminum til sín, og vandin fyri at fólk verða býtt upp í vit og hini, er stórur. Óttin fyri tí, sum er fremmant og øðrvísi, eyðkennir í stóran mun politikk og samfelagsorðaskifti, ikki minst í størsta landinum í ríkisfelagsksapinum.
Hóast Føroyar etniskt eru einsháttaðar, so kemur hetta rákið til okkara antin orsakað av einum sterkari tilknýti til ES ella einum stórum tørvi á arbeiðsmegi. Samskiparin hjá Amnesty International hevur tí púra rætt, tá hon ávarar ímóti vandanum við at seta fólk í bás. Hon vísti á, at tað verður so lætt at skapa fíggindamyndir. Hon sipaði ivaleyst til vandan við at skera eitt nú allar muslimar yvir ein kamb orsakað av tí yvirgangi, sum viðgongdir muslimar hava framt.
Víðari minti røðarin á, at samhaldsfesti er ikki bert nakað, ið vit gera fyri fólk í øðrum londum. Tað merkir eisini, at vit skapa eitt samfelag, sum er merkt av tolsemi og har rúmd er fyri øllum, eisini teimum, sum kanska ikki rættiliga passa inn í tær annars rættiliga homogenu Føroyar. Vit eru jú gávumild við hjálp til fólk í so væl grannalondum sum í menningarlondum tá á stendur, men at tað kanska ikki er so lætt at vísa tollyndi og samhaldsfesti, tá fólk av øðrum etniskum uppruna og trúgv koma til land okkara ella mótvegis øðrvísi landsmonnum.
Tað er her okkara kristni mannatokki skal standa sína roynd.
Vit kunnu ikki avbyrgja okkum frá alheiminum, og vit eiga ikki at avbyrgja okkum frá alheiminum, men taka hesa avbjóðing í álvara. Hetta setir stór krøv til heim, dagstovnar, skúla og politisku skipanina. Bera vit okkum rætt at sum kristin og siðmentað tjóð, so fara vit at megna hetta. Vit mugu ikki enda við at gera somu mistøk sum eitt nú donsku stjórnarflokkarnir, men heldur líta at teimum londum, sum hava megnað at taka ímóti innflytarum uttan, at hetta hevur elvt til fremmandahatur og samfelagsspenningar. Tað er gott, at vit verða mint á hesi viðurskifti ein dag sum hin fyrsta mai, og tað er ikki fyrstu ferð og vónandi heldur ikki síðstu ferð, A.I. átekur sær lutin sum okkara samvitska.
Sosialurin