Oddagrein· Ein ávaring

Í gjár var eitt ára minningarhald fyri yvirgangsatsóknini móti jarnbreytastøðini í Madrid, har yvir hundrað fólk lótu lív. Ársdagurin var hildin við eini altjóða ráðstevnu, har nakrir av heimsins leiðarum og mætastu yvirgangsserfrøðingum vóru komnir saman at røða um útlitini fyri at minka um vandan fyri altjóa yvirgangi. Hósdagin flutti ST aðalskrivarin Kofi Annan røðu. Røðan er farin um allan heim og hevur vakt miklan ans. Kofi Annan boðaði frá, at nú er állvarsamaur vandi fyri einum yvirgangsálopi við kjarnokruvápnum á Europa.

Røðan var ein álvarsom ávaring til heimin og hon hevur vakt mikla ans og eins og hon hevur skelkað fólk í Europa. Tað er í grundini løgið, tí einki bendir á, at tað hevur eydnast at basa yvirganginum. Tað tykist heldur tvørturímóti og er væl heldur ikki so løgið, tí strategiin í antiyvirgangsherferðini higartil hevur verið skeiv. Lopið varð á Irak og hetta var ein liður í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Men yvirgangurin bara stendur viðog versnar. Sjalvandi er rætt at stríðast móti yvirgangi við hermegi. Men hetta er bert ein partur av stríðnum. Tað er neyðugt at fara til rótina. Rótin til yvirgangin er tann stóri ójavnin millum framkomna og tilafturskomna heimin. Hartil kmeur stríðið millum Ísrael og palestinar og so hetta, at USA og Saudi Arabia eru so tærr kýtt hvørt at øðrum - allir trupulleikarnir í Miðeystri sum heild. Stríðið móti yvirgangi er eitt politiskt stríð og má rekast sum eitt politiskt stríð.

Kofi Annan ávaraði móti tí kós, sum USA og Bretland halda í stríðnum móti yvirgangi. Henda kós merkir, at londini í sínum ivri eftir at basa yvirrgangi í stóran mun hava gjørt seg inn á mannarættindini hjá landsins borgarum. Hetta er ein stórur vandi fyri fólkaræðið. Tað er nakað skeivt í hesum, at fyri at basa yvirganginum, sum í botn og grund er eitt ódemokratiskt fyribrigdi, verður hetta gjørt við at skerja demokratiið og alment viðurkend mannarættindi. Hetta kemur aftur um brekkur og tað var hesum aðalskrivarin ávarðaði ímóti. Tað ber ikki til at verja fólkaræðið við ódemokratiskum miðlum. Hetta er ein gomul sannroynd, sum vit bert kunnu vóna, at USA, Bretland og Rusland fara at viðurkenna. Hendir hetta ikki koma vit øll í størri vanda.
Sosialurin