Umráðandi er at gera sær greitt, hvørjir vandar lúra og síðani vita, hvussu vit øll, eisini vit í Føroyum kunnu geva okkara íkast til eina betri og tryggari verð fyri øll. Serstakliga teir vandar lúra. Tað er forsetaskiftið í USA í januar og valið av nýggjum forsætisráðharra í Ísrael í februar.
George Bush verður tikin í eið í januar. Ein høgravendur Bush, sum sjálvur manglar nógvar at teimum grundleggjandi fortreytunum fyri at kunna virka sum ein góður forseti, er í sær sjálvum ein vandi fyri trygdina. Fyri at kunna viga upp egnu manglar hevur hann sett ráðharrar, sum nógvir hava fortíð í milliterinum. Bara tað er nóg mikið til, at umheimurin eigur á kenna seg ótryggari. Tí nettupp við at hava umgyrt seg við milliterfólki ella heykum sendir nýggi forsetin út signal um, at landið fer at reka ein harðari politikk, sum gongur á kollisiónskós. Tað er rætt, at ávísar kreppur, mugu loysast við vápnum ella vápnahóttanum. Men flestu kreppur skulu og kunnu loysast við diplomatiskum hegni og samráðingum.
Tey signal, sum bæði Bush og næstu menn hansara longu hava givið umheiminum, eru ræðandi. Tí tey byggja á jødafilosofiina um eygað fyri eygað......Tvs. at tað í flestu førum verður brúkt herðnarlig hóttan ella beinleiðis valdsnýtsla. Politikarar eru fyrst og fremst settir til at forða fyri, at álvarsligar kreppustøður taka seg upp. Tvs. at teir skulu við menniskjansligum hegni og virðing brúka orkuna til at forða fyri stríðum og kríggjum heldur enn at brenna brýr. Hetta loyva vit okkum at ivast í, at nýggja amerikanska stjórnin fer at halda. Tí áliggur Europa og tess stjórnum ein størri uppgáva í framtíðini at ganga undan fyri at tryggja friðin og at leggja trýst á USA um at kenna felags ábyrgd mótvegis umheiminum. Og ikki bert har USA hevur peningalig áhugamál.
Hin vandin, sum lúrir og sum kann seta eld í, er valið av nýggjum forsætisráðharra í Ísrael. Nú kann tað tykjast okkum í Føroyum óviðkomandi, hvør situr á hesum sessi í Ísrael. Men tað er ikki líka mikið fyri okkum. Tí við tí skeiva manninum í hesum sessi er stórur vandi fyri, at eldur kann koma í alt miðeystur við óhugnaligum fylgjum fyri okkum eisini. Høgravendi Sharon, sum vit øll minnast frá brutalu og áhugnaligu morðunum á ósekar palestinar í flóttafólkalegunum í Libanon, Chatilla og enn eini, stendur nú til at vinna komandi valið. Er tað nakað, sum hvørki ísraelar, palestinar ella arabaralondini kunnu fáa nakað gott burtur úr, so er tað ein víðgongdur fanatakari sum Sharon í landsins hægsta embæti. Tað verður endin á stríðnum og strevinum hjá teimum moderatu, hóvligu kreftunum í bæði Ísrael og Palestina. Tað skal lítið til at tendra í stutta fjúsið hjá Sharon og "hernaðarstjórnini" hjá Bush, um víðgongdir palestinar ella arabar finna sær eitt høvi til at øsa tey upp. Hetta er kanska tann størsti vandin. At nettupp høgravendir leiðarar kunnu koma til at kappa á stokkinum og steðga øllum samráðingum fyri enn meira konsekvent at taka til hevndina.
Tí er ikki heilt skeivt at ímynda sær, at tað verður valið av Sharon, sum verður skumpið til at seta eitt veruligt kríggj í gongd í øllum Miðeystri. Eitt kríggj sum Vesturheimurin - um enn hann er sterkur - fer at tapa so ella so. Einasta mótvektin til hetta er at lata teir hóvligu fáa valdið bæði í USA og Ísrael. Men í løtuni bendir alt á tað øvugta. Og tí mugu vit eisini rokna við tí ringasta.
Sosialurin