Oddagrein· Ein smeitur

NATO toppfundurin í Bukuresti gjørdist ein dyggur smeitur fyri USA og George W. Busch og hartil eitt bakkast fyri tann ágangandi uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum teir neokonservativu kring Busch nú í skjótt átta ár hava roynt at noyða inn á allan vesturheimin. Hetta, at ameriski forsetin ikki fekk sín vilja í spruninginum at sleppa Ukraina og Georgia upp í NATO, er ein stórur uttanríkispolitiskur ósigur fyri forsetan. Hann hevði ætlað at troka NATO heilt inn á russiski landamørkini og soleiðis byrgja tað europæiska Rusland inni. Hesin politikkur, sum er ein liður í royndunum hjá teimum neokonservativu at breiða út ta serstøku amerisku útgávuna av tí liberalistiska demokratiin, er miseydnaður.

Ósigurin hjá ameriska forestan er eingin ósigur fyri fólkaræðið. Hesin ágangandi uttanríkispolitikkurin hevur jú ikki økt um trygdina i heiminum -heldur tvørturímótimen. Busch tók eftir Clinton ein heim, har heimsfriður ongantíð í nýggjari tíð hevði havt tað betri. Kalda kríggið var væl og virðiliga av og tað kaos, sum natúrliga kom í kjalarvørrinum á nýggju heimsskipanini var hasað av. Tað nýggja Rusland og NATO vóru í friði og náðum í ferð við at finna ein samstarvsform, sum allir partar kundu liva við. So komu teir neokonservativu í USA til valdið og fóru undir at grava fram gamlar figgindamyndir og at skapa nýggjar. Hetta snúi seg um nýggja vápnadubbing, um valdið í heiminum og ræði á teimum orkukeldum, sum USA trýtur. Heimurin er vorðin ótryggari og eitt nýtt kalt kríggj er við at byrja, og hetta er at kalla alt teimum neokonservativu kring feðgarnar Busch fyri at takka.

 

Men nú gekk hetta so ikki longur. Týskland og Frakland hava fingið nóg mikið og í Bukuresti settu tey bæði Merckel og Sarkozy forsetanum stólin fyri dyrnar. Ein møguligur limaskapur hjá Ukraina og Georgia hevði verið ein so stór provokatión mótvegis Rusland, at tann friður og tann stabilitetur, sum hóast alt valdar í Europa, høvdu komið í stóran vanda. Hartil kemur, at Týskland og Frakland illa hava ráð at koma til illnar við Rusland. Týskland er púra hevt at russiskum gassi og sámiligum prísum á hesum gassi. Rusland kann við at snara fyri ella við at hækka gassprísirnar sum einki týna týska búskapin. Her er heilt einfalt ikki ráð til uttanríkispolitiskan ævintýrpolitikk. Frakland hevur langa søguliga siðvenju fyri góðum samstarvi og góð viðurskifti við Rusland og hesi viðurskifti var Sarkozy ikki sinnaður at offra fyri ideologisku krossferðina hjá feðgunum og teirra neokonservativu fylgisneytum.

 

Sosialurin