Oddagrein· Ein skiftispávi

abemus papam - vit hava ein páva! Soleiðis ljóðaði rópið hvølt út yvir Pæturstorgið týskvøldið. Tað er yvirhøvur semja um, at týski kardivalurin Ratzinger, ið nú er valdur pávi, ikki kemur at merkja nakað slag av nýskipan.

HTað verður heldur tvørturímóti so, at stríðið móti teimum nýskipanarhugaðaðu innan katólsku kirkjuna fer at verða hert. Ratzinger er ein harðrendur og sera konservativur kirkjumaður. Hann hevur í eini tjúgu ár staðið á odda fyri eini deild, ið hevur til endamáls at forða fyri broytingum innan katólsku kirkjuna. Í hesum virksemi sínum hevur hann ótroyttiliga barst móti hjúnaðarskilnaði, móti at geva katólskium prestum loyvi at gifta seg og í móti kvinnuligum prestum. Hann hevur verið hart ímóti tí sermerktu latínamerikansku katólsku gudfrøðini, ið hevur virkað fyri sosialum rættvísi og politiskum broytingum demokratiska vegin. Ratzinger er ímóti fyribyrgin og hann hevur enntá boðað frá, at rokktónleikur er verk hins ónda - her er við øðrum orðum talan um ein veruligan afturhaldsmann.

Vatikanið fer sostatt ikki bert fer at halda fram við kósini hjá Jóannesi Pálli sála, men katólska kirkuleiðslan fer at herða hesa kós munandi. Aftan fyri hetta liggur ein djúpur ótti fyri broytingum. Katólska kirkjan er sum so mangar stovnur í hesum tíðum undir sera stórum trýsti. Støðan í triðja heiminum versnar, fátækdømið veksur og við hesum fylgir lógloysi og siðaloysi. Í vesturheiminum veksur átrúnaðarliga líkasælan í stórum pørtum av fólkinum, alt meðan nýggjar átrúnaðarligar røslur yvirtaka leiklutin hjá gomlu og etableraðu kirkjunum. Hetta rák er serstakliga hart í USA, sum er eitt sera týðandi øki í katólskum høpi. Í USA hava katólskur kirkjumenn stríðst dúgliga til tess at nútímansgera katólsku kirkjuna. Samstundis hevur katólska kirkjan í USA havt stórar gølur og nógvar trupulleikar at berjast við. Í hesi støðu hevur Ratzinger gjørt seg illa kendan í USA m.a. við at mæla til at nokta demokratiska forsetavalevninum Kerry altarsins sakramentið!

Tað er soleiðis lagt upp til enn meira stríð og enn størri polarisering og politisering av katólsku kirkjuni um allan heim. Hetta er mikið spell, tí henda kirkja hevur ótemaligt vald og ómetligan týdning í stórum parti av heiminum. Her hevði henda kirkja ein søguligan møguleika til at broyta seg og til at átaka sær ein leiðandi savnandi, etiskan og demokratiskan politiskan leiklut í eini spjaddari og ótryggari verð. Konklavan kundi havt valt ein mann úr triðja heiminum og harvið sent eitt signal til allan heimin - ein boðskap, sum segði, at katólska kirkjan nú fór í part við teimum kúgaðu, teimum fátæku og veiku. Men gomlu troyttu menninir vóru ov veikir og valdu tað trygga, verjuna móti broytingum. Men teir valdu samstundis ein skiftispáva! Við sínum 78 árum á baki er avmarkað, hvussu nógv Bænadikt hin 16. megnar at ávirka kirkjuna og heimin. Kanska verður skeið hansara skeiðið, har katólska kirkjan av álvara fer at fyrireika seg til eina verð við altjóðagerð, KT-kollvelting og ómetaligum politiskum og búskaparligum broytingum í Afrka, Asia og Latínamerika.


Sosialurin