Oddagrein: Ein skammblettur fyri vælferðarsamfelagið

SØGAN um tann heimleysa Martin í Tíðindablaðnum Sosialinum leygardagin er ein sorgarsøga, sum vísir, at vælferðarsamfelag okkara er ikki so fullkomið, sum vit ofta gera tað til. Hetta var ein harmasøga um ein føroying, sum er komin illa fyri. Tú ella eg kunnu koma fyri somu lagnu. Kunnu vit hugsa okkum ta støðu, at vit hvørki hava tak yvir høvdið ella eina song at leggja okkum í? Valla.

TANN journalistiska greinin í Tíðindablaðnum Sosialinum leygardagin er um Martin, sum einki hevur at búgva í. Eingin vil leiga honum eina íbúð. Tíansheldur eitt kamar. Heimstaðarkommunan vil ikki taka sær av honum. Hann heldur tí til í Havn. Í høvuðsstaðnum svevur hann við hvørt í Frelsunarherinum. Aðratíðir er ein bonkur á Skansanum song hansara. Á berajólum svevur hann so sunnanfyri, tá hann er høgur í ættini og norðanfyri, tá hann er lágur í ættini!


SØGAN er sonn. Men tað er ikki bara Martin, sum hevur verið fyri eini slíkari vanlagnu. Hann er bara ein av mongum. Summi hava bara Frelsunarherin at leita til. Onnur hava kanska eitt annað stað, onkran vin ella kenning, sum letur eitt kamar standa opið. Men helst bara í eitt avmarkað tíðarskeið. Frelsunarherurin skal hava stóra tøkk fyri sítt arbeiði her ? og aðrastaðni við ? men er hetta ein støða, sum vit ? ein framkomin, mentað og sosialt tilvitandi tjóð ? kunnu góðtaka? Nei, avgjørt ikki.


NÚ vil onkur sjálvandi siga, at tey hava sjálvi verið úti um tað. Tey kundu tikið seg saman osfr., tí ein og hvør »er sín egni lagnusmiður«. So er bara ikki. Nornan hon spinnur! Og hvør skal so koma við hjálpandi hondini. Skal tað vera Frelsunarherurin, aðrir hjálparfelagsskapir ella almannaverk okkara? Tað er frálíkt, at felagsskapir hjálpa til og gera vart við støðuna, men tað má vera felagsskapurin hjá okkum, sum tekur sær av slíkum, ella samskipar og stuðlar slíkt virksemi. Eins og tað má vera almannaverkið, sum roynir at fáa tey, sum eru komin illa fyri, upp á rættkjøl aftur, um tað letur seg gera.


TEY flestu vita, at tað eru fleiri slíkar lagnur í Havnini. Fleiri halda til í Frelsunarherinum um náttina. Um dagin eru tey á gøtuni ella finna sær lívd í onkrum skýli. Koyra ein rundtúr við býbussum ella sita á onkrum beinki. Vit eiga ikki, um vit hava eina samvitsku, at góðtaka hesa støðuna, tí hetta er ein skammblettur. Vit brúka milliónir til so mangt marglæti ? tað seinasta er løgtingshúsið ? samstundis sum vit ikki hava eitt herberg til tey av okkum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava tak yvir høvdið.


EIN skammblettur fyri vælferðarsamfelagið.