Loysnin, har Føroya Fiskavirking var stovnað, var ein djørv, kollveltandi og ikki minst væleydnað loysn, ið gjørdi sítt til at vit komu so væl fyri okkum eftir kreppuna. Sum við teimum flestu djørvu og kollveltandi loysnunum, so vóru borgarligu afturhaldsflokkarnir Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ímóti.
Fólkaflokkurin var so mikið hart ímóti, at hann sleit samgonguna uppá málið um Fiskavirking. Enn eitt dømi um, hvussu hesin flokkur kann skara framúr við at taka feil, tá um vinnu ræður.
Tá var tað ryggurin í samgonguni undir Maritu Petersen sálu sum løgmanni, ið tryggjaði loysnuna við Fiskavirking. Høvdu Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum ikki tá víst dirvi til at fremja hesa loysn, so var einki Fiskavirking í dag, og tað hevði verið betýðiligt tyngri at komið úr kreppuni. Hetta vildi snøgt sagt verið ein vanlukka fyri støð sum Vestmanna, Miðvág, Runavík og Toftir. Ironiskt nokk eru hesi støð sambandsháborgir, hóast Sambandsflokkurin vísti sítt vanliga afturhaldni í verki við at atkvøða ímóti tí loysn, ið tryggjaði 10 ára framgongd í hesum økjum.
Tíðirnar vóru sera ringar, og tí var tað harður kostur, ið skuldi til at venda gongdini. Hetta hevði Fólkaflokkuri ikki rygg til tá, men tað forðar honum eftir øllum at døma ikki í at taka heiðurin fyri Fiskavirking. Tað eru guds børn, ið batna, og er tað gott, at Fólkaflokkurin nú viðgongur, at teir slitu táverandi samgongu á skeivum grundarlagi.
Fiskavirking var ein neyðug loysn fyri fiskiídnaðin á landi. Tað var ongantíð uppá tal at knýta skipaflotan til hesa loysn, og tí er tað einki annað enn skuggaboksing, tá Bjarni Djurholm sigur hetta í valgrein. Fólkaflokkurin roynir í valretorikki at pynta seg við læntum fjaðrum í málinum um Fiskavirking. Stutt kann minnið verða, men máti skal verða við øllum.