Hóast landsins myndugleikar vistu, at lønarsamráðingarnar fóru at verða harðar, so gjørdi landsstýrið ? ella Fíggjarmálastýrið ? einki munagott fyri at bera so í bandi, at føroysku løntakararnir varðveiddu reallønina. Avleiðingin er, at vit fingu stóran lønarvøkstur á almenna arbeiðsmarknaðinum, og eitt lemjandi verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum.
Endarnir verða ikki loystir á nýggja strandfaraskipinum, Teistanum, tí Fíggjarmálastýrið og fakfeløgini hjá manningunum kunnu ikki semjast um ein nýggjan lønarsáttmála. Søgan endurtekur seg. Í einar 4-5 mánaðir lá Brimil bundin við bryggju í Noregi, tí somu partar samdust ikki um lønarspurningin. Hóast fleiri ávaraðu um, at tað sama kundi endurtaka seg við Teistanum, rætti landsstýrið ikki hond frá síðu fyri ikki at koma í somu støðu. Tá Fíggjarmálastýrið gav skarvin yvir, noyddist Løgtingið seta eina nevnd at viðgera lønartrætuna, sum ein uppmaður nú skal avgera. Í máttloysi noyddist Fíggjarmálastýrið at koyra Teistamálið fyri Fútarættin ? tann danska fútarættin!
Hetta er annars samfelagsligt virksemi, sum skal virka, men tað megnar hetta landsstýrið ikki. Sama landsstýrið, sum nú krevur fullan ferðaseðlaprís frá skúla-ítróttarungdómi, so skúlaítróttardagur kundi ikki haldast í Suðuroy.
Ein annar landsstovnur ? Postverk Føroya ? liggur í andaleypi, tí samgongan kann ikki semjast, um stovnurin skal umskipast til eitt ?almennt partafelag? ella eina ?almenna landsfyritøku?. Og í hesi ivastøðu kann landsstýrið heldur ikki semjast um at veita stovninum eina eykajáttan. Úrslitið er, at hóttanin at siga 40 fólkum upp er frammi hálva hvørt ár.
?Republikkin er í eygsjón?, rópti ein landsstýrismaður í ovfarakæti herfyri. Sami republikanari kláraði ikki at fáa sína egnu samgongu at semjast um eina nýggja kringvarpslóg, samstundis sum hann gav Fornminnasavninum múlaband í málinum um Múrin í Kirkjubø. Spurningurin er, hvør republikk er í eygsjón?
Sosialurin