Oddagrein: Ein býur – kommuna - í menning

Tað skerst ikki burt, at Tórshavn er ein kommuna í sera sterkari menning. Býurin veksur við rúkandi ferð, og hóast ferðin kann vera eitt sindur ørkymlandi, má ásannanst, at góð javnvág er í útbyggingini. Um vikuskiftið vórðu nýggjur skúli og nýggj ítróttarhøll og læknamiðstøð alment tikin í nýtslu í Kollafirði. Øll orsøk er at fegnast um hesa hending og orsøk er at ynskja ikki bert kollfirðingum men øllum borgarum tillukku. Skal ein samanlegging av bygdum í størri eindir eydnast og vinna undirtøku, so er umráðandi, at javnvág er millum allar geografiskar partar í kommununi.

Nýggjur skúli og nýggj ítróttarhøll fara at bøta heilt munandi um trivnaðin í økinum. Trupulleikar hava verið av skúlabyggingini, men hesir eru nú av, og øll kunnu nú fegnast, um at børn og lærarar hava fingið tær bestu umstøður. Skúlin er støðið undir øllum framburði, og í hesum høpi hava góð hølir nógv at siga. Tað er eisini sera týdingarmikið, at tey ungu hava góðar ítróttarhentleikar. Alt, sum stuðlar upp undir gott og sunnt frítíðarvirksemi er av tí góða. Tað er umráðandi, at tey ungu hava góð alternativ til bilarnar og gøturnar. Tað er hartil sera umráðandi, at borgarunum standa góð mentanartilboð í boði. Í hesum høpi skal býráðsformaðurin hava rós fyri ætlan sína at keypa Skeivapakkhús. Hetta hús er, sum hann sjálvur sigur, ein perla og kann mynda karmin um spennandi virksemi sum framsýningar bæði varandi og tíðaravmarkaðar. Eitt, sum er heilt upplagt, er at leggja Tórshavnar býarsavn í Skeivapakkhús og annars so sær Miðlahúsið bert fyrimunir í at fáa kapping sum mentanarhús frá eitt nú einum Skeivapakkhúsi. Húsini skulu sjálvsagt samstarva og kappast um at geva føroyingum tey bestu tilboð. Hinvegin fer Miðlahúsið sum partur av hesum umhvørvinum í framtíðini at leggja sera stóran dent á upplýsandi og kjakfremjandi tiltøk. Tað er umráðandi, at alment og privat ganga hond í hond fyri at menna alt hetta spennandi økið, Vágsbotnur, Bryggjubakki og umhvørvið framvið Tórsgøtu kunnu gerast ein framtíðar katalysatorur og magnetur fyri miðbýin.


So langt so gott kann ein siga um Tórshavnar kommunu. Tað tykist, sum tað er ein sera sterkur vilji til at veita borgarunum ta bestu tænastu á øllum økjum. Hinvegin kann ein sakna eina heildarætlan fyri alt tað mestsum rastleysa virksemi, sum eyðkennir politikkin hjá býráðsmeirilutanum. Hvørjar yvirskipaðar ætlanir eru á øllum økjum – vinnu, mentan. Hvussu verður raðfest og nær verða raðfestigarnar settar i verk? Her sakna vit ein dialog millum býráð og borgarar, men hann kann kanska koma enn. Tá hetta er sagt, má ásannast, at her hendir nógv gott og spennandi. Livst so spyrst.

Sosialurin