Súni Schwartz Jacobsen var tann mest upplagdi, men tað kundi eisini hent, at nýggju eigararnir valdu at fara uttanlands at leita. Men hvat kann vera betur enn at finna ein persón, sum kennir alt til føroysk viðurskifti og føroyskan búskap, og sum kennir kappingarneytan so væl og virðiliga.
Í síðstu viku bórust tíðindi um uppsagnir í Eik. Tað hevur verið – og er framvegis væntandi, at ein verulig upprudding skuldi fara fram. Onkur hevur ábyrgdina av, at nakrar milliardir eru farnar fyri skeyti. Vanligir føroyingar hava mist nógvan partapening, og hóast bankar mæltu frá, so hava fleiri starvsfólk lænt nógvar pengar at keypa partapening í Eik fyri.
Men uppruddingin í síðstu viku hevði lítið við upprudding at gera. Nakrar kassadamur fingu fótin, tvær deildir skulu niðurleggjast, meðan aðrar skerja upplatingartíðirnar.
Fyrrverandi bankastjórarnir vórðu sendir til hús við nøkrum milliónum í lummanum – og nú fóru so nøkur fólk á gólvinum sama veg, men bara ikki við fleiri ársinntøkum.
Við Súna Schwartz Jacobsen fær Eik Banki uttan iva eina góða leiðslu. Hann er kendur fyri at vera gløggur sum fáur og at vera ein tann dugnaligasti grannskoðarin í landinum. At hann nú sum tann einasti – við undantaki av Jørn Astrup Hansen – kann skriva á sítt cv, at hann hevur stjórnað tveimum føroyskum bankum, tað sigur ikki so lítið.
Men avbjóðingin er stór. Eik Banki skal nú fóta sær sum ein føroyskur banki í Føroyum. Brent barn ræðist eld –?og nýggju eigararnir tykjast ongan áhuga hava í at hugsa um at stovna deildir uttanlands.
Ofta verður TF Holding borið saman við gamla Eik Banka og Eik Grunnin, tí at felagið er so fløkt samanskrúvað, at tey somu fólkini sita báðu megin borðið og taka avgerðirnar. Valið til umboðsráðið verður gjørt so fløkt og innviklað, at fólk ikki tíma at atkvøða, og tí verður tað eitt sjálvtøkuborð hjá tí valevninum, sum hevur best atgongd til at fáa Tryggingina at senda út atkvøðuseðlar til sínar stuðlar.
Hetta er ein ódemokratisk skipan, sum eingin modernað fyritøka kann hava. Sjálvsagt átti felagið at sent øllum tryggingartakarunum – øllum eigarunum, hvør sín atkvøðuseðil. Alt annað er hykl! Tryggingarfelagið má tí broyta seg, so hetta skurvuta image ikki smittar niður til nýggja Eik Banka.
Men tað er gott og spennandi, at bankin fær eina góða og roynda leiðslu, og higani ynskja vit Súna Schwartz Jacobsen hepna hond og góðan byr!