Stjórin á Hotel Føroyum gevur ilt av sær í blaðnum í dag, tí hann troyttast av allari mótstøðuni, sum tey í Hotel Føroyar samtakinum merkja frá Heilsufrøðligu Starvsstovuni, sum sambært honum ikki er til at tosa við um hesi viðurskifti.
Tað tykist sera løgið, at reglurnar í Føroyum skulu vera eins strangar, sum í ES ? og ofta nógv strangari. Gamaní má allur okkara útflutningur lúka heilsufrøðiligu krøvini, men tað átti at kunna borið til á onkran hátt at hagreitt
føroyskan mat, so hann kann seljast á matstovum.
Umframt tarvkálvarnar hjá Hotel Føroyum, so er dømi um í hesum døgum, at 1.500 lomvigabringur úr Íslandi eisini skuldu fyribeinast ella sendast aftur av somu heilsufrøðiligum ávum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísti í Degi og Viku í gjár á, at bøndurnir mugu taka seg saman. Hann segði, at 180 milliónir eru í jarðargrunninum, sum áttu at verið brúktar til ein nýmótans sláturhús.
Tað er nú ikki vist, at vit mugu taka so rívan til. Tað má kunna bera til at tosa seg til rættis, so tær fáu og lutvíst smáu matstovurnar í landinum kunnu gera sær dælt av góðu og frísku rávøruni, sum er her á landi. Hví skulu reglarnar gerast so tvørar, at tað er fullkomliga ógjørligt at servera føroysk skeljadjór á matstovunum? Skulu vit tá eisini byggja góðkent sláturhús til kræling og øður?
Í Føroyum dámar okkum mangan alt ov væl at spæla politi og vísa, hvussu tingini ikki skulu gerast, heldur enn at brúka sunnan fornuft og finna loysnir. Onnur lond, eisini ES lond, hava serskipanir fyri bøndur og onnur í hesi vinnu, tá tað snýr seg um heimamarknaðin. Tað kann ikki passa, at tað ikki skal kunna bera til í Føroyum.
Vit hava eitt matvørueftirlit, sum umsitir lógirnar. Allarhelst eru tað somu fólk, sum tilevna lógirnar, sum politikararnir samtykkja. Onkur í systeminum eigur at kunna stinga fingurin í jørðina – og finna eina loysn, so eldhugaðir kokkar í hesum førum kunnu royna síni kysntur – og soleiðis menna føroyska ferðavinnu – við stóru gastronomisku avbjóðingini vit hava við øllum okkara fantastiska tilfeingi, sum eitt tvørt system noktar okkum at gagnnýta.










