Oddagrein· Í dymbildagaviku

Vit eru miðskeiðis í dymbildagavikuni, og páskirnar standa fyri durum. Vikan hevur higartil verið eyðkend av ógvusligum hendingum úti í heimi. Í Palestina, Irak, Pakistan og Afghanistan heldur yvirgangurin fram, og nógv fólk eru deyð av bumbum, sum yvirgangsmenn hava fjalt í mannamúgvum, moskum og á torgum. Tað tykist sum gongur aftur um brekkur við friði, sátt og semju víða hvar, og stórveldið USA, sum hevur átikið sær leiklutin sum heimsins politistur, er um at missa tamarhaldið á støðuni.

Iran er um at gerast kjarnorkuveldi. Forsetin boðaði í gjár frá, at Iran nú var komin upp í hópin av kjarnorkuveldum, men lítið bendir tó á, at landið hevur kjarnorkuvápn. Hinvegin hevur Iran nú tøknina, og hetta ger í sjálvum sær, at USA og Ísrael meta landið sum eina enn størri hóttan móti friðinum. Henda støða kann so aftur elva til eitt sokallað fyribyrgjandi álop frá USA ella meira sannlíkt frá Ísrael, á kjarorkuútbúnaðin hjá Iran. Verður hesin útbúnaður bumbaður fer hetta at elva til uppaftur hægri oljuprisir og ein enn meira ótryggan heim. Iran nýtir stór orð og hóttir vesturheimin, men tað ræður um at skyna á hvat, ið er tómur retorikkur og hvat, ið er verulig hóttan. Eitt er vist, og tað er, at eitt hernaðarligt álop á Iran her og nú fer at økja spenningin millum muslimska heimin og vesturheimin enn meira.

Eisini í Latínamerika prutlar undir lokinum. Í Venezuela og í Peru koma sera sterkar antiamerikanskar kenslur nú fyri dagin. Forsetin í Venezula nýtir sera hørð orð um USA og er í ferð við at tjóðnýta  nationalisera, útlendsku oljufyritøkurnar. Í Peru lovar tann maður, ið eftir øllum at døma verður forseti um tvær vikur, at tjóðnýta allar útlendskar fyritøkur og at reka amerikanar á dyr. Í báðum londum er røringur komin í veldugar fólksligar kreftir og kann henda støða enda við, at USA fer at leggja seg út í demokratisku tilgongdina har. Hetta er hent fyrr og kann sostatt henda aftur. Báðir partar nýta ógvusligan málburð og skal ein fara eftir hesum málburði er fjúsið stutt, og nógv bendir á, at USA so ella so fer at leggja seg út í innlendismál í Peru so væl sum í Venezuela. Bæði lond hava mikið oljuríkidømi, so her eins og í Miðeystri er tað svarta gullið, sum er avgerandi fyri amerikanskan uttanríkispolitikk. Dymbildagavikan verður eisini nevnd stilla vikan, eitt heiti, ið minnir á frið og umhugsan. Tað skuldi so verið, nú farið verður inn í størstu hátíðina hjá kristna heiminum. Hóast heimurin er ófriðarligur og órógvaður av yvirgangi vóna vit, at fólk geva sær stundir at hugsa um páskaboðskapin og at nýta friðin her heima saman við familju og vinum. Vit ynska øllum lesarum og viðskiftafólki eina góðar páskir.
Sosialurin