Oddagrein· Dagarnir mugu teljast betri

Í morgin fer Løgtingið undir viðgerðina av uppskotinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað snýr seg um talið á fiskidøgum fyri komandi fiskiár, sum gongur frá 1. september og til 31. august 2008.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skotið upp, at talið av fiskidøgum verður skert. Skerjingin er ikki so stór, sum fiskivinnuserfrøðin hevur skotið upp. Men talan er undir øllum umstøðum um eina skerjing. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið, hóast serfrøðin hevur stuðlað upp undir skerjingar. At uppskotið hesa ferð ber á skerjingarborðið ber boð um, at eitt nú toskastovnurin ikki hevur tað so gott, sum hann onkuntíð hevur havt tað.

 

Lógin um vinnuligan fiskiskap og fiskidagarnar er á hvørjum ári eitt av fremstu málunum, sum verða viðgjørd á hásumri. Talan er um góða fólkaræðisliga gongd, har altjóða serfrøðin, føroyska serfrøðin og ikki minst vinnan gevur sítt íkast, áðrenn landsstýrismaðurin sum útinnandi myndugleikin ger sítt tilmæli, sum hann so hevur lagt fyri lóggevandi myndugleikan at taka støðu til.

 

At siga, at tað er Løgtingið, sum reelt tekur støðu, er ikki heilt rætt. Løgtingið eigur at samtykkja málið og fer formelt at samtykkja málið. Men reelt hava samgonguumboðini í vinnunevndini saman við landsstýrismanninum gjørt av, hvussu uppskotið skuldi síggja út, sum er lagt fyri tingið, og sum ivaleyst uttan stórar broytingar verður samtykt eftir viðgerð í vinnunevndini.

 

Prinsipielt var fiskidagaskipanin genial. Í staðin fyri kvotur og útblaking er tað veiðutrýstið, sum skal regulerast.

 

Reelt treingir fiskidagaskipanin at verða kannað og uppsjeinað. Sum tað fleiri ferðir er komið fram seinastu vikurnar, so er virðið í skipanini ikki stórt, um tað ikki verður kannað, hvussu tað stendur til við veiðutrýstinum og harvið, um virðið í einstaka fiskidegnum í einstaka bólkinum er tað sama, sum tað hevur verið. Um hesin spurningurin ikki støðugt verður kannaður, og um skipanin ikki verður dagførd út frá úrslitunum í kanningunum, so er ikki tann dugur í skipanini, sum tað upprunaliga var, og sum vit so fegin vilja hava, at tað skal vera.

 

Hetta eigur at vera ein av aðalspurningunum, sum ábyrgdarfullir politikarar eiga at viðgera í morgin. At tosa um at tað ikki skal fiskast á føroysku grunnunum í fleiri ár, er sjálvandi heilt burturvið. Men tann tankin er ivaleyst ein provokatión, tí myndugleikin ikki altíð hevur tikið dagføringina av lógini, sum treingir til, í nóg stórum álvara.

 

Tað snýr seg ikki minst um at finna fram til, hvat liggur í einstaka degnum, áðrenn farið verður undir at telja og áseta dagarnar.

 

Sosialurin