Ikki skal nakað ilt sigast um Ternuna, sum er sjógóð og gott skip. Men tá hugsað verður um, hvussu stórt tal av fólki hvønn tann einasta dag ferðast um Lorvíksfjørð, so dugur ein og hvør at síggja, at verður Dúgvan løgd og farið verður aftur til Ternuna, so er tað eitt risastórt afturstig fyri øll, sum leggja leiðina um Lorvíksfjørð. Og tey eru so sanniliga ikki so fá.
Fyri ferðafólkini er Dúgvan eitt frálíkt skip. Har umborð situr tú væl og sitipláss eru til øll. Ferðin ? er gott verður ? er ein njótan. Tú fær frið í sálina, nú tú kanst steðga á eina løtu. Haraftrat kemur, at Dúgvan tekur eisini fleiri bilar enn Ternan, hóast talið ikki er so nógv størri. Ternan harafturímóti er als ikki gjørd til ferðafólk, so fá og samanstúvað eru sitiplássini. Samanumtikið: Dúgvan er nógv betri skip fyri bæði ferðafólk og flutning av farmi og bilum enn Ternan. Takið ikki Dúgvuna úr sigling.
Strandferðslustjórin hevur helst ikki nógv at velja í, nú almennu játtaninar eru skerdar. Og eftir politiska viljanum, í hvussu er hjá tungtvigandi ella harðmæltum tingmonnum í Fíggjarnevndini, so skal henda játtan haldast fyri einhvønn prís.
Tað er væl skiljandi, at politikarar ynskja og krevja, at verandi játtanir verða hildnar. Men eru mistøk gjørd, hava kalkulatiónir og metingar verið skeivar, tá fíggjarlógin varð gjørd og sett saman, so eiga hesar at verða rættaðar so ella so. Hevur man als ikki hugsað um komfortin hjá øllum teimum, sum brúka Lorvíksleiðina, tá man fór undir at smíða fíggjarlógina, so má man rætta uppá tað nú. Og tað er ein skeiv meting og kalkulatión ? tá hugsað verður um fólkið, ið skal brúka almennar tænastur ? um Dúgvan verður tikin úr sigling og Ternan sett ístaðin at røkja eina ta mest trafikeraðu farleiðina í landinum, leiðina, sum bindur saman Norðoyggjar við restina av landinum.
Tað skal vera okkara áheitan á politikararnar og myndugleikarnar um ikki at taka Dúgvuna úr sigling. Hetta hava norðingar og aðrir føroyingar, ið ikki kunnu vera hesa leið fyriuttan uppiborið. Fyri tað um ein undirsjóvartunnil er í eygsjón, so skal henda farleið kortini troytast í eini 5 ár aftrat.
Sosialurin