ODDAGREIN: Ábyrgdin er ein sjálvfylgja!

Vit hava nú fingið fjølmiðlaábyrgdarlógina, og harvið kann ábyrgdin av tí, ið sagt, skrivað og víst verður í miðlunum greitt plaserast. Eitt kærkomið framstig

Hjá miðlafólkum átti ein slík lóg at verið óneyðug  bara sagt út frá tí, at gera vit okkara arbeiði  okkara handverk til lýtar  so er einki at koma eftir, við ella uttan ábyrgdarlóg. Men vit fegnast sjálvsagt um hana, tí hon er vónandi ein trygd fyri, at miðlarnir taka neyðug atlit, og at borgarin harvið kann kenna seg tryggan.

Vit kunnu so spyrja, um vit duga nóg væl at taka atlit og vísa ábyrgd. Formaður Blaðmannafelagsins segði við útvarpið í gjár, at verður ábyrgdin hjá blaðfólkunum størri, kann tað væl hugsast, at tíðindafólkini venda aftur til tað gamla, ikki at skriva sítt navn undir greinarnar.

Handan viðmerkingin stendur vónandi bara fyri formansins rokning. Vit vænta ikki, at limirnir taka undir við nøkrum so jánkasligum. Sjálvandi skulu blaðfólkini framhaldandi seta navn sítt við tað, sum tey skriva óansæð lønarkrøv. Tað fara tey so framhaldandi at gera her í blaðnum. Vit kunnu leggja afturat, at vit í skjótt 10 ár ikki hava hýst dulnevndum lesarabrøvum  júst fyri at sleppa undan huldumannaskrivingini.

Men at hava ábyrgd, tað forpliktar eisini. Tað er eitt krav, at »søgurnar« vit borðreiða við, eru nóg væl undirbygdar  og ikki byggja á ynski ella irritatiónir hjá ávísum miðlafólkum.

Seinasta vikuskifti róði forkvinna Føroya Arbeiðarafelags í viðtali í Dimmalætting fram undir, at ein nýggjur arbeiðaraflokkur átti at verði stovnaður. Hetta fekk Dimmalætting til eina forsíðusøgu um, at »fólk fyrireika ein nýggjan flokk«. Aðrir miðlar við útvarpinum á odda vórðu drigin upp á tráð og endurtóku hesa søguna upp í saman, hóast als eingin søga var. Eingin fyrireikar nýggjan flokk, men ein fakfelagsleiðari heldur, at onkur átti at gjørt tað.

Nógv rok var eisini um ein landsstýrismann og eina forkvinnu í almennum grunni. Upprunin var, at hon sum almennur stovnsleiðari hevði tikið sær pening, hon ikki átti rætt til og tí varð noydd at leggja starvið frá sær. Hetta málið er endað við, at løgmaður er farin at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tí at málið í miðlunum vavt upp í ein ellibita og blandað saman við eitt heilt annað mál.

Hetta eru tvey dømi um mál, ið ikki hava fingið røttu viðferðina í miðlunum, og har onnur áhugmál stýra »søgunum«. Sjálvandi kunnu vit øll gera mistøk  og eingin okkara er lýtarleysur.

Fjølmiðlaábyrgdarlógin verður nú við til at tryggja, at vit í fjølmiðlunum oftari taka í egnan barm  í síðsta enda fólkaræðinum at frama.