Oddagrein· Broyttar fortreytir

Sunnudagin var tunnilsrenning, og fleiri túsund fólk fóru fyri fyrstu ferð yvir um Lorvíksfjørð til gongu. Hetta er í roynd og veru ein stórhending og Føroyar verða ongantíð tær somu eftir hendan tunnilsrenningardag. Eftir hendan dag hava 85% av landsins borgarum fast samband, og Føroyar eru ikki longur nakað beinleiðis oyggjasamfelag. Norðoyatunnilin er eitt ómetaligt framstig, sum vit eins og øll onnur fegnast stórliga um. Vit øll eiga samstundis nú so smátt at fara at gera okkum greitt, hvat hetta merkir, at Føroyar ikki longur eru eitt oyggjaland eins og tær vóru fyri allar tunnilsgerðirnar.

Hvat merkir eitt so nógv broytt undirstøðukervi? Hvussu skulu vit planleggja og hvussu skulu vit útbyggja framyvir? Hvat merkir hetta grundleggjandi broytta undirstøðukervið fyri samfelagsbygnaðin. Tað kann uttan víðari staðfestast, at nýggja undirstøðukervið broytir nógvar fortreytir fyri tí samfelagsbygnaði, ið higartil hevur eyðkent Føroyar. Hesin bygnaður hevur í stóran mun verið merktur av, at vit eru eitt oyggjasamfelag. Hetta vil so aftur siga, at vit hava havt nógvar smáar eindir innan almenna bygnaðin. Hetta er sera dýrt og órationelt. Hetta er ein forðing fyri fullnýtslu av landsins fíggjarliga og menniskjansliga tilfeingi.

Tað er tískil neyðugt at farið verður undir eitt alment orðaskifti um tær samfelagsligu fylgjurnar av tí broytta undirstøðukervinum. Vit siga als ikki, at allir almennir stovnar skulu miðsavnast í Tórshavn. Tað verði langt frá okkum at halda tað. Men spurningurin er, um vit ikki verða noydd at hugsa í nýggjum sporum. Hetta merkir, at vit noyðast at líta at øllum fortreytum og øllum skipanum. Vit noyðast at endurskoða skúlaverk, heilsuverk og allar almennar tænastur og so royna at finna eina breiða politiska semju, sum tryggjar, at einki øki verður við sviðið soð. Hetta er ikki nakað, sum noyðist at henda í morgin, men vit sleppa neyvan undan hesum kjaki, um vit skulu brynja okkum til framtíðina við einum bygnaði, har 85% av okkum búgva í einum og sama øki. Vit skulu ynskja norðingum og øllum Føroya fólki tillukku við tunnlinum og vedna aftur til hesa stóru og gleðiligu hending í vikuskiftisblaðnum
Soslialurin