Oddagrein·Breið semja fáast um uppskot løgmans

Tað ljóðar áhugavert, at løgmaður ætlar sær í Tingið við einum uppskoti, ið miðjar eftir, at øll málsøki skulu kunnu yvirtakast av Føroya Landsstýri.

Neyvan er nakar flokkur, ið hevur nakað ímóti hesum. Innihaldið av einum slíkum uppskoti er ikki ólíkt parti av Sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum, Nýskipanaruppskotinum hjá Sambandsflokkinum og uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, ið var luftað av Bjarna Djurholm í farna valskeiði. Uppskotið er kanska ikki so víðgongt, sum sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum, men eitt stig rætta vegin er tað í hvussu so er. Eitt slíkt uppskot er í roynd og veru ein víðkan av Heimastýrislógini, og tí eigur andstøðan sum skjótast at fáa ein dialog við Løgmann, til tess at fáa eina breiða semju um hetta mál. Vónandi kemur at standa einmælt samtykt, tá hetta uppskot kemur fyri Tingið. Tó má nógv sigast at vera broytt. Minnast vit rætt, nærum hálaði varaløgmaður, Høgni Hoydal, tilmælið hjá Bjarna Djurholm, sum snúði seg um hetta sama, sundur og saman ífjør, og orðini um landsstýrismannin vóru alt annað enn mjúk. Nú er vent í byttuni.

Gamaní var tað leingi at skula biða í 5 ár eftir tí, ið meirilutin av Føroya fólki vil hava, men betri seint enn ongantíð. Tað var gott, at ljósið endiliga náddi fram í Tinganesi. Tað eigur heldur ikki at forða fyri samtykt av hesum uppskoti, at samgongan við ógvusliga blokkniðurskurðinum hevur skotið seg sjálva í fótin við at avmarka ráðini til yvirtøkur tey næstu árini.

Vit hava nú í fimm ár frá fullveldisveinginum fingið tútað oyrini full av, at tað ikki bar til víðka Heimastýrislógina ella gera eina nýggja meira víttfevnandi lóg innnanfyri ríkisfelagsskapin. Alt ella einki var rakstrarrópið. Fullveldi ella svart samband. Hvitabók tyktist enntá stuðla undir hesum undirbrotliga tosi. Hvat er uppskotið hjá Løgmanni um ikki ein víðkan av Heimastýrislógini? Danir vilja meta tað sum eina víðkan. Allir føroyskir flokkar við einum undantaki vilja meta tað sum eina víðkan. Hetta verður ein víðkan av Heimastýrislógini, og ein slík víðkan kemur ikki at ávirka okkara loysingarmøguleikar í framtíðini, tí líka so væl, sum vit kunnu loysa í dag eftir at hava góðtikið Heimastýrislógina í meiri enn hálva øld, líka so væl kunnu vit loysa um tíggju ár ? um fólkið vil væl at merkja.

Tá nú Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin sum tann einasti flokkurin vil kalla uppskotið fyri nakað annað enn eina víðkan av okkara skipan innan ríkisfelagsskapin, so eiga hinir flokkar á Tingi at vera tolerantir, og lata Tjóðveldsiflokkin kalla uppskotið, tað hann vil. Navnið eigur ikki at skilja nakran. Tað má vera ringt at skula svølgja alt ella einki politikkin, og tí kunnu vit ikki annað enn vænta eitt sindur av trappusteinsretorikki frá Tjóðveldisflokkinum í samband við uppskotið frá Løgmanni. Flokkurin kemur ivaleyst at atkvøða fyri víðkanini av okkara sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin eins og øll onnur, og so kunnu teir fylla floksblaðið tey næstu 30 árini við stórorðaðum hugleiðingum um hvussu forferdiligt tað er, at allir hinir flokkarnir, danska stjórnin og verðin annars hevur miskkilt, hvat tað var, flokkurin atkvøddi fyri.

Nú verður kanska friður til at reka veruligan politikk aftur og nýta orkuna til at fokusera uppá trupulleikarnir, vit til dømis hava innan skúlaverkið og almanna- og heilsuverkið.




Sosialurin