Formaður Føroya Arbeiðarafelags gjørdi greitt, at føroyski løntakarin hevði borið byrðarnar av kreppuni og goldið dýrt fyri, at landið kundi koma burtur úr kreppuni. Í øðrum lagi vísti hon á, at stríðið stendur um, at geva øllum løntakarum ein rættvísan lut í tí búskaparvøkstri, ið hevur verið seinastu mongu árini. Eisini vísti hon á, at hetta seinna kravið var ein logisk fylgja av, at løntakaron hevði goldið fyri kreppuna. Hon tosaði um livikor og vísti á, at skattalættin er eitt eiti fyir tey lágløntu, meðan hann er góður fyri tey háløntu.
Umboðið fyri arbeiðsgevararnar var ikki minni ideologiskur. Hann vildi vera við, at tær høgu tímalønirnar vóru ein meginorsøkin til kreppuna. Hetta er í roynd og veru ein nýggjur pástandur, sum valla heldur fyri eini nærri búskaparligari rannsókn. Eisini vildi hann vera við, at gekk ein krøvum løntakaranna á møti, so fór vinnulívið á heysin. Hetta er slíkt, ein arbeiðsgevari skal siga, og meira liggur væl ikki í tí.
Meira áhugavert er, at høvuðsgrundgevingin hjá umboði arbeiðsgevaranna var at vísa til fíggjarmálaráðharran. Fíggjarmálaráðharrin, sum svav í tímanum, er vaknaður og verður í sínum nývakna tilstandi tikin til inntøku fyri arbeiðsgevararnar. Hetta er ein løgin støða. Einaferð var Tjóðveldisflokkurin álit og verji løntakarans. Tá á stóð í fimti og sekstiárunum, gjørdu tjóðveldisfólk manngarð um arbeiðarar og fiskimenn. Nú er vent í holuni! Nú nýtir Føroya Arbeiðsgevarafelag ein tjóðveldislandsstýrismann sum skotbjálva móti føroyska verkamanninum!
Eftir stendur spurningurin, hvussu partarnir koma víðari. Uppíleggingin hjá fíggjarmálaráðharranum hevur ikki bøtt um støðuna. Nú er upp til partarnar at finna fram til eitt støði, sum gevur eina veruliga reallønarhækking, og sum framleiðslan megnar at bera. Hartil má sínamillum virðingin byggjast uppaftur, eitt nú við at hildið verður uppat við at seta fram pástandir, sum at føroyski arbeiðsmaðurin skapti kreppuna, og at okkara kappingarførið versnar. Øll vita, at tað var ikki var føroyski løntakarin, ið skapti kreppuna!
Kappingarføri snýr seg heldur ikki bara um lønir. Tað veit eingin betri, enn júst umboðið hjá arbeiðsgevarunum í nevndu sending. Og fakfeløgini eiga eisini at taka í egnan barm og viðurkenna, at tað eru onnur virði enn bara fleiri krónur á lønarkonto. Her er talan um frítíð, eftirlønarviðurskifti, arbeiðsumhvørvi og trygd, ávirkan, útbúgving, skattatrýst eitt nú MVG á matvørum, bústaðarprísir og mangt annað. Stutt sagt at krevja, at landsins myndugleikar fara at reka ein annan og meira ábyrgdarkendan løntakara- og almannapolitikk. Men her og nú snýr tað seg um krónur og oyru. Hetta verður alt eitt hart hoyggj at draga, men vit ivast ikki í, at partarnir, tá tíðin er búgvin, finna fram til hetta støðið, so vit kunnu koma víðari, tí fer verkfallið út um eitt ávíst tíðarmark, verður sum frálíður ivasamt, hvør vinnur uttan mun til úrslitið annars.
Sosialurin










