Men á tíðindafundi hjá Eik í gjár gjørdi nevndarformaðurin í Finansiel Stabilitet púra greitt, at Finansiel Stabilitet ikki undir nøkrum umstøðum fer at reka bankan víðari. Hann gjørdi greitt – eins og stjórin í Finasiel Stabilitet og Jørn Astrup Hansen, fyribilsstjóri í Eik Banka – at um ein skikkaður keypari ikki verður funnin fyri 10. desember, so verður bankin avviklaður. Og kemur tað hartil, so verður útlánsrentan í hesum avviklingartíðarskeiði tann hægsta, eins og innlánsrentan verður tann lægsta, allir kredittir til vinnulívið steðga og so framvegis.
Hetta er sera álvarsamt – og tað er beinleiðis bekymrandi, at so langt skal vera ímillum tað, sum nú kemur fram frá Finasiel Stabilitet og so tað sum landins fremstu fíggjarfrøðingar siga. Sambært Jóannes Eidesgaard í gjár, so er andstøðan í løgtinginum heldur ikki við í eini møguligari bjargingarætlan – sum eftir øllum at døma skal gerast gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992, sum kann útvega sær kapital við at selja partabrøvini í BankNordik.
Tað er væl skiljandi, at hetta málið elvir til høvuðbrýggj í politisku skipanini. At Jóannes Eidesgaard hugsar seg væl um – og vendir øllum møguleikum, er ein sjálvfylgja. Um íleggjararnir verða føroyskir ella útlendskir, tað hevur minni týdning, og best er sjálvandi, um tað almenna kann halda seg lang uttanfyri. Men tað tykist trupult.
Í gjárkvøldið sóu vit eisini dokumentarsendingina um Eik Banka hjá Kringvarpinum – har eisini trupulleikin við valdsbýtinum, har nevnd og stjórn var so samanblandað, at alt valdið lá hjá stjónrini. Frithleif Olsen viðgekk nærmast, at nevndin var eins inkompetent sum leiðslan – og at um tey góvu leiðsluni fótin, so søgdu tey í veruleikanum seg sjálvan frá.
Hetta lýsir væl hvussu skríggjandi galið tað hevur verið við ábyrgdini. Ein slík skipan má ikki endurtakast – heldur ikki, um Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðspartaeigari.
Konspiratiónsteoriirnar kunnu vera nógvar. Eisini nú danski eigarin av Eik Banka spennir tummilfingraskrúvurnar, men – sum Astrup eisini segði – vit eru øll blivin klókari síðani 1992, so vit endurtaka ikki somu mistøkini. Tað man vera galdandi bæði fyri føroyskar og danskar myndugleikar, ella hvussu?