ODDAGREIN: Bilurin sum morðvápn

Í blaðnum í gjár hoyrdu vit ein pápa greiða frá, hvussu hann bjargaði sær og seks ára gamla soninum lívið í evstu løtu undan ferðsludeyða. Orsøkin var, at ein ungur maður koyrdi fullkomiliga ábyrgdarleyst á Vegnum Langa í Havn. Hevði hesin pápin ikki steðgað bilinum, tá hann sá, at ungi bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, er hann vísur í, at hann og sonurin ikki bóru boð í bý.

Hóast løgreglan í fleiri miðlum hevur sagt, at eingin fólkaskaði hendi – og annars givið fólki ta fatan, at talan als ikki var um eitt sera álvasamt ferðsluóhapp, so er veruleikin kortini tann, at ein av hesum ungu monnunum í bilinum hevur fingið sera álvarsaman løst í høvdið – og hevur ligið uttan vit í fleiri dagar. Tað fer at taka honum fleiri mánaðir at fáa førleikan aftur.

 

Øll vita, at ungir dreingir eru teir vandamestu í ferðsluni – og vit vita við vissu, at ungir greingir, sum ikki duga sær hógv í ferðsluni, fara at drepa – kanska seg sjálvan og kanska onnur ósek fólk. Spurningurin er bara nær.

 

Men hvussu kunnu vit so bøta um hetta? – vit kunnu neyvan binda um heilan fingur, men tá løgtingið hevur samtykt 0-hugsjónina, har staðfest verður, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, so eiga myndugleikarnir eisini at arbeiða eftir hesum leisti.

 

Tað fyrsta vit kunnu seta spurningin við, er koyrifrálæran. Er hon á nóg høgum støði? Er tað í lagi at lata hesa frálæru yvir til privat vinnurekandi at fremja á handilsligum grundarlag? Uttan at klikkja niður á koyrilærararnar, sum uttan iva gera eitt gott og samvitskufult arbeiði, so kunnu vit bara staðfesta, at viðurskiftini kring koyrifrálæru als ikki eru nøktandi. Tilvitskan, serliga hjá ungum dreingum, er ikki nøktandi, og tí eigur nakað at vera gjørt við hetta. Sjálvandi er hetta eisini ein uppgáva hjá foreldrum og heimum, at gera teirra børn síni tilvitað um, hvussu vit trygt kunnu ferðast í ferðsluni.

 

Men tað skerst ikki burt, at bilur í hondum hjá fleiri ungum dreingjum, er eitt morðvápn – hetta morðvápn eiga vit at taka frá teimum – so ella so!