Oddagrein· Bert er bróðurleyst bak

Bert er bróðurleyst tak sigur orðatakið. Orðatakið rennur til hugs, nú brøðratjóðin fyri vestan hav, Ísland, er komin í størstu fíggjarligu trupulleikar nakrantíð. I kjalarvørrinum á fíggjartrupulleikunum koma inflatión, peningatap og ótryggleiki, og frændur okkara eru mest sum tiknir á bóli. Mangir íslendingar kenna seg sviknar og illa viðfarnar av ábyrdarleysum og grammum banka- og fíggjarmonnum. Atfinningarnar móti stjórn og tjóðbanka tróta heldur ikki, og beiskleikin móti íslendsku altjóða peningaspekulantunum er stórur.

Tað er lætt at vera eftirklókur og møguliga hava íslendski tjóðbankin og fíggjareftirlitið verið í so eftirlætin og givið peningarstovnunmu og leiðslum teirra ov leysar teymar. Hinvegin er tað gott og gleðiligt at kunna staðfesta, at tann skaðafrøði yvir íslendska sorgarleikin, ið hómast í pørtum av europeisku pressuni og almennu viðmerkingunum, ikki er komin fyri í Føroyum. Vit harmast og kenna djúpa samkenslu við frændatjóðini, ið er rakt av eini fíggjarligari vanlukku, sujm rakar alt samfelagið og skaðar tað sera góða umdømið, sum Ísland hevur havt í altjóða samfelagnum.

 

Vit fegnast um, at løgmaður hevur sent íslendsku stjórnini samhugafjarrit, tí her er talan um tjóðskaparliga vanlukku fyri frændatjóðina.

 

Íslendska stjórnin hevur roynt alt, ið roynast kann til tess at bjarga fíggjarkervinum og harvið bjarga samfelagsbúskapinum. Hetta er eingin lættur setningur. Í hesum er íslendska stjórnin í somu skóm sum so mangar aðrar stjórnir. Tiltøkini hava í stóran mun verið tey somu, eitt nú almennar yvirtøkur av privatum peningastovnum og at tryggja peningakervinum gjaldføri. Hetta er trupult, tí flestu lond hava sama trupulleika, og tí íslendka krónan alt fyri eitt kom undir eitt trýst sum ikki hevur sín líka.

 

Danmark hevði í byrjanini av kreppuni sama trupulleika og kundi tí ikki nýta rentulækking sum krepputiltak. Ìsland hevur ikki sama møguleika og tí hevur krónan mist helvt av virðinum við ógvusligum fylgjum.

 

I altjóða fíggjarkreppuni eru vit heppin at kunna kroka undir danska hjálparpakkanum, sum fólkatingið samtykkir í dag. Føroyska bankakervið og harvið føroyska samfelagið stendur nú tryggari í sambandi við hóttandi altjóða fíggjarkreppuna sum Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður sigur. Hetta merkir, at føroyskir peningastovnar nú eru tryggjaðir móti skaðiligari spekulatión, sum kundi gjørt, at peningur hevði verið fluttur av landinum. Vit fegnast yvir, at Føroyar soleiðis hava fingið møguleikan at hóðra undan. Vit harmast við islendingum um støðuna í landi teirra. Og vit ivast ikki í, at teir við tí dugnaskapi, treysti og arbeiðssemi, ið eyðkennir frændir okkara, fara at vinna á trupulleikunum.

 

Sosialurin