Oddagrein· Bankakreppan

Forsetin í USA George W. Bush, ið er neokonservativur og sum slíkur heitur talsmaður fyri púra ótálmaðum marknaðarbúskapi, noyddist herfyri blankt at viðganga, at tað er heilt galið við amerikanska búskapinum. Í røðu til amerikansku tjóðina fyri viku síðani gjørdi forsetin greitt, at allur búskapurin stendur til at rapa. Hann segði samstundis, at fer hetta at henda, fara milliónir av amerikanarum í vinnuloysi. Stjórnin og samveldisbankin løgdu tí fram eina bjargingarætlan, ein hjálparpakka, tann sonevnda bail out ætlanin, sum í stuttum merkti, at amerikanska fíggjarmálaráðið skuldi fáa heimild at taka yvir vánalig lán fyri at bjarga bankasektorinum.

Uppskotið fekk rættiliga góða móttøku í kongressini, har leiðslurnar í báðum flokkum um vikuskiftið samdust um at samtykkja uppskotið við nøkrum broytingum. Hesar broytingar ásettu nærri treytir fyri hjálparpakkanum. Men í gjárkvøldið hendi so tað, sum eingin hevði væntað: ein meiriluti í Umboðsmannatinginum feldi uppskotið. Lagnan hjá hesum uppskoti er nú óviss, hóast flokksleiðskurnar í morgun boðaðu frá, at roynt verður enn einaferð at fáa eitt líknandi uppskot samtykt. Arbeitt verður við broytingum, ið skulu tryggja uppskotinum eina betri lagnu.

 

Tá tað frættist, at hjálparpakkin var fallin í Umboðsmannatinginum, fullu partabrævakursirnir um allan heimin. Hetta hendi samstundis, sum uppaftur fleiri bankar eru komnir í álvarsamar trupulleikar. Bankakreppan ger um seg í flestu framkomnu londum, eitt nú Japan, Fraklandi, Belgia, Bretlandi og í Íslandi, har landið í gjár yvirtók stóran banka. Kreppan í USA byrjaði í bankakervunum, og orsøkirnar til hesar trupulleikar eru fleiri. Flestu eygleiðarar halda meginorsøkirnar vera ein ábyrgdarleysur útlánspolitikkur, spekulatión og bygnaðarligir trupulleikar í amerikanska búskapinum. Afturat hesum koma høgu oljuprísirnir og flyting av stórum pørtum av ídnaðinum til láglønarlond. Ein fylgjan av øllum hesum er trótandi gjaldføri og rentuhækkingar, sum so aftur hava sligið beinini undan húsaánarum og privatu nýtsluni.

 

Bankakreppan ger eisini um seg um okkara leiðir. Í Danmark eru fleiri smærri bankar í trupulleikum, og stjórnin og tjóðbankin hava boðað frá, at allir bankar fáa hjálp, treytað av, at teir bankar, sum eru í trupulleikum leggja saman við stórbankar ella verða seldir. Føroyar eru vorðin partur av altjóða samfelagnum og tí merkja vit allar broytingar, sum henda úti í heimi. Altjóða bankakreppan ber tískil eisini við her hjá okkum, eitt nú tí, at partar av vinnuni verða fíggjaðir av útlendskum bankum. Landsins myndugleikar eiga tí at fylgja væl við gongdini og eiga javnan at kunna almenningin um, hvørjar ætlanir teir hava til tess at byrgja fyri kreppu her hjá okkum.

Sosialurin