Oddagrein· Búskapurin batnar?

Vit hoyrdu í frágreiðing frá Landsbankanum, at búskaparstøðan í Føroyum er í betring, eftir einari ávísari stagnatión seinastu tíðina.

Tað er gleðiligt, at tað gongur framá, men týdningarmikið hjá okkum, og ikki minst okkara politikarum, er at skilja hví. Vit eiga at eygleiða væl, hvussu sær út við t.d. til- og fráflytingartølum, og hvussu stabil útflutningstølini eru. Eisini eiga vit at hava eyguni eftir privatari skuld, tá vit søguligani hava sæð, at slík skuld hevur ein óhepnan tendens at enda í landskassanum, um heilt illa vil til, og politikarnir missa tamarhaldið.

Ein partur av búskaparvøkstrinum skyldast, at fólk hava fingið meiri pengar um hendi av bøttum fíggingarmøguleikum. Alivinnan hómar glottar nú, eftir at hava verið nærum einki í nøkur ár. Framhaldandi vøkstur kemur at verða avhengigur av, hvussu henda vinnan kemur at laga seg framyvir. Fiskivinnan hevur verið í tungum sjógvi eina tíð, og hóast onkur glotti er í prísum og rávørunøgd, so er framvegis grund til stúran, um oljuprísurin framhaldandi hækkar, og um ávís fiskasløg svíkja.

Alt í alt er grund til at frøðast um búskapargongdina, men tað er umráðandi, at vit ikki missa fokus á framhaldandi at menna vinnu og útflutningsmøguleikar. Søguligani sæð vita vit, at tað kann ganga ógvuliga skjótt hvønn vegin í hesum samfelagnum, og tí mugu vit handla sum um, at deyðin er í durðinum hvønn dag, tí annars koma vit ongantíð burturúr tí sárbaru støðu, sum tað er, tá man bert hevur eina ella heilt fáar útflutningsvinnur.

Vit kunnu taka ein parallell til Danmarkar í hesum døgum, har flogfenaðsútflutningurin verður hart raktur, tí at sjúka rakar. Um høsnarungaídnaðurin í Danmark hevði líka nógv at siga har, sum alvinnan hevði at siga í Føroyum fyri fáum árum síðani, so hevði verið skrædl. Men av tí, at Danmark er eitt land við einari sera fjøltáttaðari vinnu, so er eingin kreppa. Hetta er ein støða, sum vit mugu stremba framímóti fyri Føroyar. Vit mugu fáa fleiri kurvar at leggja okkara egg í! Og vit eiga nógv góð fólk. KT-vinna, ferðavinna, oljuvinnu, alivinna eru bert nakrar av framtíðar vinnunum, sum kunnu fjøltátta vinnuna.

Sosialurin