Rentustuðulin kom fyri at eggja og hjálpa fólki at seta føtur undir egið borð. Tó mugu vit staðfesta í dag, at hann er eitt dýrt tiltak. Politiski viljin tykist tó ikki vera fyri at avtaka rentufrádráttin nú, men ein loysn kundi kanska verið at ásett eitt moderat mestavirði fyri lán, sum rentufrádráttur kundi verið latin fyri, ella niðurtrappað yvir eitt áramál.
Hitt málið við skattalættanum er ikki minni politiskt eymt, tí at skattalættin er partur av samgonguskjalinum, sum trupult verður at koma uttanum hjá samgonguflokkunum, hóast fleiri helst einki høvdu ímóti at broytt ætlaða lættan.
Føroyingar eru ikki so væl fyri, at man kann økja skattin. So mikið má standa fast. Hóast góð ár og methøgar inntøkur, so er framvegis hart hjá ungum fólkum at fáa endarnar at røkka saman við húsum, børnum og høgum livikostnaði. Tað skerst ikki burtur, at Føroyar er eitt av heimsins dýrastu londum at búgva í, og tað sæst eisini á húsarhaldsbudgettinum hjá fólki.
Trupulleikin við kommununum er, at man politiskt ynskir at leggja størri ábyrgd út til kommunurnar. Hetta sampakkar neyvan við ynskið um at økja sentralu stýringina av, hvat kommunur kunna og ikki. Annaðhvørt hevur man frá landsins síðu álit á kommununum, ella hevur man ikki álit á teimum. Borgarnir kunnu ikki vera tjentir við, at landið leggur sentral øki sum eldrarøkt út til kommunur, sum sama land ikki hevur so mikið av áliti á, at lata tær avgera sjálvar, nær íløgur skulu gerast. Her mugu landspolitikarnir taka eina avgerð.
At Búskaparráðið rópar varskó, er eitt gott høvi at hyggja at, hvussu vit kundu hildið almennu útreiðslunum og almenna forbrúkið niðri, og harvið køla búskapin eitt sindur. Hvussu nógv kostar innkrevjingin av hvørjari krónu í skatti? Hvussu nógv kostar umsitingin av t.d. sjúkrahúsverkinum gjøgnum øll lið í umsitingarketuni per sjúkrasong? Hvat fáa vit fyri skattin? Hvat fyri incitament gevur tað teimum, sum ynskja at virka og liva í Føroyum, men annars eru mobil?
Sosialurin