ODDAGREIN: Bíðað í seks ár eftir gerhard

– Vit floksformenn fegnast um hesa semju. Talan er um eitt trupult mál, men allir flokkar hava víst stóran vilja at náa semju. Tí er loksins semja funnin í hesum stóra máli til sóma fyri politisku skipanina.

Soleiðis siga floksformenn í tíðindaskrivi, teir sendu miðlum beint undan vikuskiftinum.

Vit onnur kunnu eisini fegnast um, hvussu politikararnir nú fegnast um, at tað loksins er funn­in semja um, hvussu tunlarnir báð­ir, Skála­fjarð­ar­tunnlin og Sand­oy­ar­tunn­il­in skulu gerast og ikki minst fíggjast.

Tann loysnin, sum Jørgen Nicl­a­sen nú hevur gjørt saman við øll floks­for­monnum og floksleysa Ger­hardi Lognberg, er júst tann sama, sum semja var um í CHE sam­gonguni á vári í 2008, men sum Ger­hard Lognberg bumbaði í luftina við at fara úr samgonguni.

Men politiski veruleikin er jú rel­ativur. Nú fegnast allir um hesa semju, sum sigur, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum báðar tunlarnar í 2021. Sambært upprunaligu ætl­an­ini hjá Che-samgonguni skuldi ar­beið­ið við Skálafjarðartunlinum fara í gongd í 2009 og koyrandi skuldi vera ígjøgnum í 2017.

Síðani skuldi Skálafjarðartunnilin fíggja Sand­oy­ar­tunnilin.

Tá tað nú liggur í kortunum, at koyr­andi skal vera ígjøgnum báðar tunl­arnar í 2021 – og at ætlanin er júst tann sama, sum fyri seks árum síð­ani, so kunnu vit bara staðfesta, at arbeiðið hjá landsstýrinum – og teim­um tingfólkum, ið hava hildið seg átt mest í verkætlanini, hevur ver­ið av handahógvi merkt. Tí nú seks ár seinni eru vit komin líka vítt sum sítt.

Fyri politiska veruleikan í dag loysir tað seg hjá ávísum politikarum at siga sum Bill Justinussen:

– Latið okkum nú vera skilagóð og duga at geva øllum æruna...
Somu tankar hevur Alfred Olsen, sum eins og Bill Justiussen stuðla kollisjónskósini hjá Kára P. Højgaard í tunnilsmálinum.

Veruleikin er kortini tann, at ein stórur parturin av tingfólkunum hava fløkt hetta málið upp í ein ellibita – at politiska snildi hjá Jørgen Niclasen ikki kundi finna upp á aðra loysn upp á naggatódnina, enn at venda aftur til uppskotið hjá che-samgonguni frá 2008.

At tað er skilabesta loysnins munnu tey flestu vera samd við við teimum í. Men var hetta ikki eisini skilabesta loysnin fyri seks árum síðani?