Um ein býr uttanlands og skal flyta aftur til Føroya, so kann ein taka bilin við sum flytigóðs uttan avgjøld og skrásetingargjald, um so er at viðkomandi hevur búð uttanlands í minst 3 ár og hevur havt bilin skrásettan uttanlands í minst 2 ár. Vit hava við avgerðini hjá skatta- og avgjaldskærunevndini fingið váttað, at absolutt stirvnasta tulking verður løgd til grund, har bilurin reint fysiskt skal hava verið uttanlands í hesi 2 árini, tá tað um skrásetingargjald umræður. Um ein hevur búð í Danmark, so skal ein hava búð uttanlands í eitt ár og hava havt bilin skrásettan í minst eitt hálvt ár.
Hví er hesin munurin? Hvør politikari hevur avgjørt at Danmark skal favoriserast framum alla verðina? Hvør er boðskapurin til føroyingar sum búgva uttanlands, og ætla sær heimaftur? Boðskapurin er, at ein er ikki vælkomin, uttan so at ein hevur búð í Danmark.
Vit umrøddu henda spurning á hesum stað herfyri, men sum so ofta fyrr, so er eingin reaktión frá Fíggjarmálaráðnum.
Nú má vend koma í! Vit tosa um altjóðagerð og at Føroyar skal verða fremsta land í heiminum í 2015. Hetta krevur, at man líkastillar øll lond, eisini tá um flytigóðs umræður, so at man við hesum signalerar, at Føroyar slær hurðarnar á víðan vegg fyri at fáa sítt útbúna fólk heimaftur ikki bara úr Danmark men úr øllum heiminum. Broytið sum skjótast kunngerðina fyri flytigóðs, so øll lond fáa somu treytir sum Danmark!