Nú er so fyrsta veruliga politiska ósmejan komin á borðið. Sambandsflokkurin vil hava blokkstuðulin prístalsviðgjørdan, tá samráðingr um heildarveitingina aftur verða í næstum. Talan er um eina fimtan milliónir, so tað kann ikki vera pengunum, sum Sambandsflokkurin fer eftir. Tað má vera sjálvt princippið, sum skal roynast. Málið sjálvt hevur ikki vakt stóran ans í almenninginum, tó hevur ein fyrrverandi toppembætismaður í blaðnum her í gjár gjørt vart við, at tað er ósømiligt og poitiskt óklókt at fastfrysta blokkin, tí tað fer at ganga út yvir ávísar samfelagsbólkar.
Ósemjan um ta búskaparligu ávirkan, ið blokkurin hevur er stór. Onkur heldur, at tær 366 milliónirnar, ið vórðu skornar av blokkinum undir fullveldislandsstýrinum var ein sera gagnlig hending. Onnur halda hetta vera óbótagerð. Í hvussu er og ikki, so hevur blokkniðurskurðurin av hesari samgonguni verður nýttur sum undanførsla fyri ikki at økja játtanir. Men hetta sjónarmið sampakkar ikki við skattalættan. Landsstýrið má taka eina avgerð og finna semju skjótast, jú nærri vit koma valinum, jú torførari verður at semjast og alt fleiri fara at spæla fríspæl. Fimtan milliónir gera ikki tann stóra munin, so her má ein politisk avgerð til. Sitandi samgonga er ikki kend fyri skjótar avgerðir, so hett mál man fara at taka sína tíð.