ODDAGREIN: At telva seg úr tinganesi

Tað er kanska hugaligari hjá Akseli V. Jo­hann­e­sen at stinga út í kortið á lands­fundi hjá Javn­að­ar­flokk­inum um viku­skift­ið, enn tað man hava ver­ið fleiri ferðir hjá Jóannesi Eides­gaard.

Hóast flokkurin er tann minsti av stóru flokkonum, so kann vísast á fram­gongd. Í formanstíðini hjá Aks­eli Johannesen hevur tað eydn­ast at stegðað eini at kalla nið­ur­bræð­ing av flokkinum og venda aft­u­rgongd til framgongd – um enn ho­n meira hevur verið í velj­ar­a­kann­ing­um enn í praksis.

Frá at hava havt støðuna sum størsti og mest stjórnarberandi flokk­urin í seksti-, sjeyti- og átta­ti­ár­unum og at vera nógv størsti flokk­ur­in í 1990, broyttist støðan full­k­omiliga.

Flokkurin – og eina mest fyrr­verandi formaðurin Atli P. Dam, fingu skuldina fyri kreppuna í níti­ár­u­num. Kreppan bleiv bein­leið­is per­són­i­fis­­erað við Atla P. Dam – ser­liga av fak­fel­ags­leið­ar­um, sum í staði­n fyri at gera sína á­virk­an í flokk­inum vendu honum bak­ið við at stovna ein nýggjan verk­a­man­n­a­flokk, sum man vera eitt tað mest mis­eydn­aða projektið hjá føroysku fak­fel­ags­rørsl­uni.

Hóast ser­stakliga vánaliga úrs­lit­ið á valinum í 1994, so eydnaðist Javn­að­ar­flokk­inum at telva seg í sam­gongu – og at fáa fíggjarmál at um­sita. Eitt sera umstrítt málsøki tá, sum Jó­annes Eidesgaard tók á seg.

Men samstarvið við Sam­bands­­flokk­in skinkl­aði. Og tað gav at býta í 1996, tá Javnaðarflokkurin tók seg úr sam­gonguni.

Tað sigst fyri vist, at flokkurin var iva­ley­sur í, at Edmund Joensen fór at út­skriva nýval. Lotið var við Javn­að­ar­flokk­i­num, sum tevjaði pol­it­isk­an vinning á valinum. Men val­ið kom ikki, og Edmund sendi boð eft­ir Fólk­a­flokk­i­num, sum hev­ur sit­ið við valdið síðani.

Hetta man vera ein tann býtt­asta pol­itiska avgerðin hjá Javnað­ar­flokk­i­num, tí hann fór á oyði­mark­ar­gongd í átta ár.
Men í 2004 fekk flokkurin løg­mann saman við borgarligu flokk­unum. Eftir valið í 2008 fekk flokk­ur­in aftur løgmann – nú sam­an við Tjóðveldi og Miðflokki. Har skinkl­aði samstarvið eisini og slitnaði upp á eitt lyklarhol í Tinganesi. Úrs­lit­ið varð, at flokkurin valdi Kaj Leo Jo­hann­e­sen til løgmann.
Enn ein taktiskur brølari, um vit hyggja gjøgnum javnaðarbrillur.

Tvær ferð­ir hevur flokkurin so­leið­is telvað seg út í oyð­i­mark­ar­gongd – uttan nóg góða orsøk.

Av­bjóð­ing­in hjá Aksel Jo­han­n­e­sen verður at telvja flokkin aftur í Ting­a­nes at fáa ávirkan.