Tað skal máti vera við oyðsli. Tað verður áhugavert at síggja, hvør hevur ábyrgdina av, at skattgjaldarans peningur verður viðfarin á hendan hátt. Og hetta er neyvan heldur eindømi, tí í veruleikanum er her bara talan um ein tilvildarligan leigusáttmála av mongum, sum Sosialurin hevur tikið úr rúgvuni.
Vit hava sæð tað fyrr, at Nærverkið hevur leigað fyri okursprísir. Her fyri flutti Nærverkið úr bygninginum í Bókbindaragøtu í Havn, sum hevði landsins hægsta leiguprís. Men hvat hendi? Jú Fiskimálaráðið flutti inn. Hvør skal siga - klárar eitt aðalráð ikki at oyðsla nóg nógv, so kann eitt annað aðalráð taka yvir.
Tað margháttliga í øllum hesum er spurningurin, hví tað almenn ikki kann byggja sær egnaðar umsitingarbygningar. Tað hevði verið so upplagt, at ein bygningur varð bygdur, sum kundi hýst øllum aðalráðunum, uttan teimum, sum skulu húsast í Tinganesi. Ein slíkur bygningur kundi eisini hýst mongum stovnum undir aðalráðunum.
Sjálvandi kostar ein slíkur bygningur - ella bygningar - nógvar pengar, men tað man muna lítið í mun til alla ta leigu, sum tað almenna rindar ymsataðni í landinum, serliga í høvuðsstaðnum.
Men trupulleikin er kanska tann, at politiskur vilji ikki er at grundfesta almennar stovnar í Havn. Teir skulu miðspjaðast. Og somu politikarar, sum tosa so nógv um sparingar og um at effektivisera almennu umsitingina - teir tosa við fleiri tungum, tí samstundis vilja teir spaða alskyns stovnar kring landið sum bygdamenning.
Tað hevði verið áhugavert at sæð eitt yvirlit yvir samlaðu leiguútreiðslunar hjá tí almenna - og samstundis sæð, hvussu ábyrgdin er plaserað, og hvussu avgerðir verða tiknar, sum føra við sær at eitt hús kann standa tómt í eini tvey ár, meðan vit skattaborgarar gjalda eina millión í húsaleigu til púra onga nyttu.
Hvat privata vinnan ger - tað má hon um. Men tá ábyrgdarfólk í alemnnu umsitingini bera seg soleiðis at, so eigur tað at fáa avleiðingar fyri onkran, so tað ikki kann endurtakast.