Øll minnast við tey við sorg. Latið henda dag verða eina áminning til øll um, at fanatisma og fundamentalisma eru av tí ónda og at alt má gerast fyri steðga teimum einstaklingum, rørslum, felagsskapum og stjórnum, sum ganga inn fyri hesum. Einki rættvísger tað, sum fanatikarar og fundamentalistar standa fyri. EINKI. Vit kunnu sjálvandi finna ymsar orsøkir til, at hesi fyribrigdi taka yvirhond. Eitt nú sosialt órættvísi, fátækadømi og valdsmisnýtsla. Tí má alt gerast fyri at sleppa undan hesum. Tað áliggur okkum, sum vilja verja mannarættindi og demokrati, eisini at taka í egnan barm. Tá fanatisma og fundamentalisma gerast drívmegin í eini religión mugu demokratiskar stjórnir og institutiónir vera á varðhaldi. Mugu forða og steðga hesum. 11. september eigur at vera besta áminning til øll um at ganga ímóti fanatismu og fundamentalismu, har hesi - í hvørjum skapi og hami - enn koma til sjóndar
Sosialurin