Jan Müller
Í dag fara umboð fyri eitt av teimum stóru oljusamtøkunum, sum eru virkin á føroyska landgrunninum, á vitjan í Oljumálastýrinum. Talan er um fleiri av oddamonnunum í Texaco-bólkinum, sum fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphey. Feløgini hava verið við í kanningunum her frá byrjan og hava hesa tíðina fingið sær hollan kunnleika til økið. Síðani markið kom uppá pláss hava rættiliga nógv oljufeløg lagt leiðina til gróthúsbygningin á Debesartrøð at hitta umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar.
Millum fólkini, ið fara at støkka inn á gólvið í Oljumálastýrinum, er William V. Maloney, varforseti fyri leiting. Hann var vertur fyri
oljumálaráðharranum og umleið 50 føroyingum á fornaldarborgini Drum Castle á skotska hálandinum, tá oljumessa varð hildin í Aberdeen herfyri. Sosialurin hitti hann á oljuráðstevnuni í Aberdeen.
William Maloney, sum fyri fyrstu ferð vitjar í Føroyum, sigur, at tey trý feløgini í samtakinum eru rættiliga bjartskygd, tá tað ræður um møguleikarnar at finna olju við Føroyar. Nú tað nærkast eini útbjóðing
vil hann tó ikki fara út í smálutir við nøkrum, tí talan verður jú um eina kapping um tey bestu økini.
Hann er annars sera fegin um, at føroyingar hava lagt eina meira neyva tíðarætlan fyri fyrstu útbjóðing. "This is good news" - hetta eru góð tíðindi - sigur hann og dylur ikki fyri, at tey trý oljufeløgini í samtakinum ætla at vera við í útbjóðingini. Men sjálvandi veldst tað eisini um treytirnar.
Nú markið er komið uppá pláss heldur Maloney fyri, at tað skal vera áhugavert at fara undir víðari kanningar og til endans boring á landgrunninum. Ein orsøkin til at hann er rættiliga bjartskygdur er tann, at Hvíta økið, sum nú lutvíst er føroyskt, er oljuøki. Tað er prógvað, at olja finst í hesum stóra økinum. Her sipar hann til oljufundini, sum longu eru gjørda á bretskum øki. Jarðfrøðiligu løgini, sum goyma olju í sær har, ganga víðari inn á føroyskt øki tað vit vita um.
Pláss fyri felag aftrat
Nú tað henda so stórar broytingar í oljuheiminum og hetta eisini sæst aftur í teimum ymsu bólkunum við Føroyar spurdu vit William Maloney, um tað er pláss fyri oljufelag aftrat í teirra bólki!
-Tað er ein møguleiki, men hetta er ikki neyðugt. Eg haldi tey trý feløgini, sum longu eru í bólkinum, útgera ein sterkan bólk. Vit fara seriøst at meta um ein annan partnara, sum hevur nakað at lata bólkinum, men hetta er tó ikki avgerandi neyðugt.
Í dag arbeiðir Texaco saman við nógvum øðrum feløgum kring heimin. Eitt teirra er danska Mærsk Olie og Gas. Texaco og Mærsk hava sera tætt samarbeiði í danska partinum av Norðsjónum.
Um eitt slíkt samstarv ikki kundi verið ført víðari til Føroyaøkið eisini vil Maloney kortini ikki siga nakað um. Leitingarstjórin í Texaco vísir kortini ikki aftur, at samstarv við Mærsk Olie og Gas í Føroyum er ein møguleiki, men hann leggur tó dent á, at ongar samráðingar hava verið um nakað slíkt samstarv í Føroyum.
Eingin ivi er um, at tað eru feløg, sum vilja sleppa upp í tey meira etableraðu samtøkini sum eitt nú tað við Texaco, Conoco og Murphey. Í dag eru nevniliga fleiri feløg, sum leita sær eftir partnarum á Føroyaøkinum. Eitt teirra er Mærsk. Onnur feløg, sum ikki eru við í stórum samtøkum, eru t.d. tað italska Agip og tað bretska British Gas. Og síðani koma tey feløgini, ið hava verið partur av samtøkum, ið meira ella minni eru farin í upploysn. Eitt av hesum er samtakið har Statoil er í.