Oddadystur á skránni í kvøld

Neistin er í løtuni tvey stig aftan fyri Tjaldur og Stjørnuna, sum tó hevur spælt ein dyst meira enn hini bæði oddaliðini.

Ein annar dystur verður eisini í kvøld, og verður hesin á Skála, har StÍF tekur ímóti VÍF. StÍF eigur enn síni fyrstu stig til góðar, meðan VÍF við tveimum stigum heldur seg oman fyri niðurflytingarstrikuna.