Oddabrakið er útsett

Oddabrakið í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum, ið varð sett til at vera spælt í høllini á Kambsdali, klokkan 16:00 í dag er av eini ella aðrari orsøk útsett. Liðini, talan er um eru ÍF, á triðja plássi við fýra stigum, og Mjølnir, ið er oddalið við sjey stigum.

 

Kappingin hjá monnunum er sera jøvn og spennandi, og enn meira so, eftir at stigini herfyri vórðu hálveraði. Man kann næstan siga at hetta er ein heilt nýggj kapping. Tí tað eru bert fimm stig frá aftasta liðnum til oddaliðið í kappingini.

 

Nær hesin útsetti dysturin verður spældur, er enn ógreitt, men tað verður upplýst á heimasíðuni hjá flogbóltssambandinum, tá nýggj dystarætlan er áløgd, og kann man ikki gera annað enn at bíða, til hetta er avgreitt.

 

Tá greiða fæst á hesum, verður tað at síggja her á portalinum og á www.fbf.fo, ið er almenna heimasíðan hjá Flogbólts Sambandi Føroya.