Oddabrak við Margáir

Á Streymnesi hevur verið eitt sindur upp og niður við manntalinum seinastu vikurnar, men Egil sigur, at tað nú er um reppið, at allir mans eru tøkir. Sorin Anghel hevur verið úti við skaða, men hann er mest sannlíkt tøkur, og sum skilst er Mikkjal Thomassen eisini í hópinum, eftir at hann hevur havt trupulleikar við hælsinuni.

 

Hjá HB hava smærri skaðar argað eitt sindur. Fróði Benjaminsen hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, men hann spælir helst kortini.