Oddaarein· Fíggjarmálaráðharrin og tollfría sølan

Vit funnust á hesum stað at undanfarna fíggjarmálaráðharra, Karsten Hansen fyri at vilja avtaka tollfríu sigarettirnar. Nú tekur eftirmaður hansara og lýsur somu kunngerð, uttan at argumentini eru batnað stórvegis.

Spurningurin er ikki um fólkaheilsu, men um borgarans rætt til eitt bagatellmark, tá tað kemur til persónligan innflutning, tað veri seg av sunnum ella ósunnum vørum.

 

Sigarettir eru heilsuskaðiligar, eingin ivi um tað. Men ger tað sama seg ikki eisini galdandi við brennivíni, borðvíni, góðgæti og stiletthælum?

 

Góðtaka vit, at ein fíggjarmálaráðharri við einum pennastroki kann avtaka tollfríu kvotuna av sigarettum, tí tær eru heilsuskaðiligar, so siga vit eisini, at hann kann gera tað fyri rúsdrekka, og so fyri góðgæti. Til seinast, so sita føroyingar sum eitt av fáu økjunum í heiminum uttan eina tollfría kvotu til persónligt brúk. Tvs, at tað verður verri at búgva í Føroyum í mun til lond, sum ikki eru so avmarkandi. Aftur eitt tápuligt initiativ í einari tíð, har man tosar um at fáa føroyingar at flyta heimaftur á klettarnar.

 

Gamaní ber ikki til at keypa og innføra sigarettir og brennivín tollfrítt millum EU lond, men harafturímóti ber til at hava so nógv vín og øl við sær millum EU lond, sum man orkar at bera. Hetta veit føroyska fíggjarmálaráðið av, men sum altíð, tá samanberingar vera drignar, so fær føroyski borgarin bert tær samanberingar at vita, sum seta føroysk avgjøld í gott ljós.

 

Fyri ferðavinnuna, sum hóast alt hevur nógv hundrað arbeiðspláss í Føroyum, so er kunngerðin eitt bakkast. Gamaní stendur ikki væl til, um sigarettsøla er tað, sum avger lív ella deyða fyri hesa vinnu, men eingin orsøk er at gera tað tyngri, enn tað frammanundan er.

 

Í hesum døgum, har heimurin er á knøum vegna fíggjarligar brotasjógvar, so er vert at hugsa um, hvussu nógv av hesum almennu íverksetaratiltøkunum, sum eru so nógv uppi í tíðini millum politikarar og embætisfólk, skulu rigga fyri at geva sama tal av arbeiðsplássum, sum t.d. Smyril Line gevur.

 

Er nøkur ábending um, at hesi tiltøk koma at geva tað? Neyvan.

 

At føroyingar velja at víkja frá internationalum praksis viðvíkjandi tollfrían flutning millum lond, er avmarknadi fyri føroyingar í mun til aðrar borgarar. Tað má sigast at vera eitt vónbrot, at nýggi fíggjarmálaráðharrin er byrjaður at grava grøvina fyri allari tollfríari sølu til Føroyar. Hetta setur Føroyar í bás við tey mest restriktivu londini í heiminum, tí EU samanberingin sum kunnugt ikki heldur. At undanmaður hansara gjørdi tað, er øðrvísi, tí hann kom úr einum flokki, sum einki álit hevur á einstaklingin, tá tað kemur til lastir og freistingar. Javnaðarflokkurin átti at havt eitt annað grundsjónarmið.

 

Borgarin hevur uttan veruliga poltiska viðgerð fingið eitt bagatellmark tikið burtur. Hetta er spell. Tað næsta fer at vera rúsdrekka og annað smávegis luksus, sum man gevur borgarum tollfrítt til persónliga nýtslu. Forboðslandið Føroyar er komið eitt stig nærri.

 

Sosialurin