Víkingur er nýkosnir steypavinnarar, meðan B68 ikki hevur tapt 12 dystir á rað.
Uppgerðirnar á sjálvum vøllinum eru eisini fleiri. Toppskjúttin Ahmed Keita og Jóan Símun Edmundsson, sum júst hevur fingið landsliðsboð, ímóti stóru og sterku Atla Gregersen og Niklas Niclasen. Slagið um miðvøllinum, har Súni Olsen og Nenad Stankovic hava høvuðsleiklutirnar, umframt kappingin í síðuni, har 38 ára gamli Øssur Hansen skal renna aftaná Andreas Lava Olsen, sum helst er skjótasti maðurin í landskappingini.
Rás2 sendir beinleiðis frá stórdystinum í kvøld.