Í samband við 30 ára hátíðarhaldið hjá Odd Fellow Føroyar, sum var í Amboltinum herfyri, hevur felagsskapurin latið 30.000 krónur í gávu til aðrar vælgerandi áhugafelagsskapir.
Leygardagin savnaðust umboð fyri Odd Fellow úr Íslandi, Finlandi, Noregi og Danmark saman við føroysku losjuni og handaðu 10.000 krónur til hvønn av trimum felagsskapum.
Hjálparfelagsskapurin Berin fekk 10.000 krónur fyri sítt arbeiði millum ung og avvarðandi, sum hava mist onkran av sínum nærmastu.
Kvinnuhúsið fekk 10.000 krónur fyri hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at børn hjá teimum avvarðandi kunnu fáa ein lættari gerandisdag.
KRIS fekk somuleiðis 10.000 krónur til at lætta um gerandisdagin hjá børnum og ungum, ið stríðast við seinárin.
Tað var Janus Petersen, yvirmeistari í Amboltinum, sum handaði gávurnar. Odd Fellow Føroyar varð stovnað 11. oktobur 1986.