Ódámligt at insinuera lógloysi

Løgmaður gjørdist ikki sørt firtin

Tað gekk hart fyri seg í løgtinginum, tá løgmaður svaraði fyrispurninginum frá Sirið Stenberg um Skálafjarðartunnilin. Sum orð ókst av orði gjørdist løgmaður óður.

 

– Tað er sera langt úti av forkvinnuni í landsstýrismálanevndini at standa her og insinuera, at okkurt skeivt er farið fram í einum máli, sum enn ikki er komið til viðgerðar í landsstýrismálanevndini. Hetta er sera ódámligt, segði løgmaður.

 

– Vissi ráðgevararnir hjá landsstýrismanninum siga, at heimildin er í lagi, hvat skal landsstýrismaðurin so gera? spurdi løgmaður.

 

– Hann má ganga út frá, at tað er í lagi. Ella skal hann gera sum Høgni Hoydal og siga, at »eg veit betur«?

 

Løgmaður var eisini týðuliga firtin um afturvendandi at fáa spurningin, hví milliónin til CIP ikki er goldin.

 

– Eg havi svarað fleiri ferðir upp á spurningin. Svarið er NEI. Er tað eitt ullint svar? Er tað ikki púra greitt? Og nei, tað er ikki tí, at vit ivast í heimildini. Eg veit ikki, um tey ikki hava funnið kontonummarið, ella hvat tað er.

 

– Og eg havi heldur ikki verið við til at gjørt avtaluna um hasa milliónina. Tað havi eg ikki, tí eg havi eftirlit við landsstýrismanninum, sum hevur gjørt avtaluna, so sjálvandi havi eg ikki tað. Men jú, har var ein kaffimunnur, og har kravdi eg, at málið skuldi aftur í tingið. Og sambært Høgna Hoydal, so havi eg harvið spart landinum fyri 2.999 milliónir krónur, segði løgmaður, sum var tann síðsti, sum hevði orðið á tingfundinum, sum endaði fyri løtu síðani.