Kortini vóru nógvir føroyingar, ið eltu íslendingar. Bæði kapitalistar og so tey, sum av tjóðskaparligum orsøkum eiga at halda, at íslendingar eru klókari enn vit - og klókari enn danir. Tann seinasti føroyingurin, sum var íslendskur konsul í Føroyum speirak sínar landsmenn alment í sjónvarpinum, tí teir vóru so afturhaldnir, meðan íslendingar altíð hava gingið undan. Føroyingur í Íslandi, sum stjórnaði stórum virksemi hjá einum øðrum føroyingi legði somu sjónarmið fram um føroyingar í Sosialinum. Føroyska dynastiið í Íslandi er fánað, og fyrrverandi konsulin hevur mist nógvar hundraðtals milliónir, tí hann gjørdi sum teir gløggu íslendingarnir.
Her heima hava vit sæð nógvar handlar í vinnulívinum, har virksemi og vinnutól eru seld fyri ørandi upphæddir, men alt bar til, tí fígging og góð ráðgeving fekst. Íslendska árinið rakti eisini Føroyar, um enn tað tók sína tíð. Vit kunnu bara takka fyri, at føroyingar eru so afturhaldnir, at vit ikki settu alt yvir stýr.
Tað er einki dulsmál, at Eik Banki hevur gingið fyri at vera tann mest íslendifiseraði stovnurin í so máta í Føroyum. Gamli stjórin í Føroya Banka var speirikin, tí hann var so afturhaldin. Sagt var, at munur var á Føroya Banka og Eik - Eik, sum tordi, og so Føroya Banki við einum konservativum donskum stjóra, sum einki tordi. Tak bankan í dag!
Hvør endin verður í evsta tíma í morgin klokkan 18, er tað eingin sum veit. Klókir menn siga, at bankin ikki kann fara av knóranum, tí um landið ikki loftar, so verður tað Financiel Stabilitet, sum ger tað. Og gott er tað, um viðskiftafólk kunnu kenna seg trygg um síni viðurskifti.
Men tað kunnu partaeigararnir neyvan. Sera nógv fólk eru lokkað at seta partapening í Eik, og tey eru ikki fegin um ta lagnu, sum stjórn og nevnd hava komið bankanum í - og harvið forkomið sparipeningi, sum er konverteraður til partabrøv. Passar tað so, at stjórarnir hava fingið milliónaupphæddir fyri at fara, so prógvar tað totala mangulin upp á jørðforbindilsi, sum hesi fólkini hava. Um skomm var skapt í hasum stjórunum, so lótu teir hasar pengarnar aftur - og nevndin eigur øll sum hon er at fáa durafjórðingin.
Jú, yuppikapitalisman hevur spælt fallit.