Odagrein·Nýggjar sjúkrasengur

Tað er ikki óvanligt fyri val, at tingmenn leggja fram paraduuppskot sum valagn fyri at tekkjast veljarunum. Men vit skulu ávara móti at útleggja uppskotið hjá tingmanninum Krisjan Magnussen um at keypa sengur til Landssjúkrahúsið sum eitt slíkt.


Tí tað meta vit tað ikki at vera. Her rakar tingmaðurin við eitt øki, sum er forsømt og sum vit ikki minst við teimum góðu tíðunum eiga at geva størri ans. Tað er tí at vóna, at uppskot hansara um at keypa nýggjar sengur til Landssjúkrahúsið fær fulla undirtøku í tinginum.

Hetta er eitt uppkot tey á Landssjukrahúsinum hava bíðað eftir í fleiri ár. Sengurnar eru gamlar, summar meira enn 40 ár. Tær virka ikki sum tað skulu, hjólini standa føst og bremsurnar virka ikki. Tá verskaðurin herfyri skuldi bíleggja eykalutir fingu tey at vita, at hesir eru als ikki til. Tvs. at tað er í tøkum tína, at okkurt verður gjørt. Og tí er tað eitt kærkomið uppskot at keypa nýggjar sengur til alt sjúkrahúsið.

Støðan er ótolandi hjá bæði starvsfólki og sjúklingum, tí tað m.a. er nógv óneyðug lyfting. Hetta kemur sjálvandi ikki væl við, tá hugsað verður um, at starvsfólkini eftir kreppuna í 90-unum vórðu tvingað til at renna nógv skjótari. So hetta hevur verið steinur omaná byrðu og hevur ført til nógvar sjúkradagar, tá ryggar ganga fyri.

Seinastu árini hevur stór menning verið á hesum øki, har sengur er elriknar, sum ger tað munandi lættari bæði hjá sjúklingum og starvsfólki. Og skulu vit teljast millum fremstu heilsuverk í heiminum mugu vit eisini hava nútímans útbúnað. Tá sengurnar eru komnar eigur næsta stig at vera at játta pengar til koyristólar, náttborð og annan útbúnað, sum eisini eru í syndarligum standi.

Vilja tingmenn koma við skilagóðum uppskotum undan valinum, so skulu tað vera slíkt sum hesi, men hetta krevur so eisini, at somu tingmenn, sum leggja slíkt uppskot fram, eisini megna at liva upp til henda setning eftir valið og her ikki minst um teir koma at stýra landinum. Føroyaska heilsuverkið eigur at raðfestast hægri og vit kunnu so bara vóna, at tann blokkniðurskurður, sum landsstýrið hevur gjørt, ikki fer at nerva komandi menning av sjúkrahúsverkinum. Men verða verri tíðir og tað vita vit av royndum er ein sannroynd, so kann vera, at nettupp stóri blokkniðurskurðurin kemur at verða ein forðing fyri at kunna menna og nútíðargera okkara sjúkrahúsverk. Gjørd gerð fær tó onga vend, men neyvan verður møguligt at halda fram við slíkum niðurskurðum komandi árini, og skulu vit velja millum at skerja blokk og at menna sjúkrahúsverkið, so velja vit tað seinna. Blokkskerjing má ikki verða uppá bekostning av einum ambuteraðum sjúkrahúsverki.

Sosialurin