Oda Kjølbro deyð

Týsdagin 20. mai andaðist Oda Kjølbro í Havn, 87 ára gomul.

Hon var ættað úr Klaksvík, næstelst av teimum fimm børnunum hjá Karini og Jógvani Kjølbro, keypmanni og reiðara. Elst av børnunum hjá Karini og Jógvani Kjølbro var Ewald, sum var giftur við Gerdu Niclasen úr Sørvági. Triðelst var Poul Nolsøe, kallaður Nølli, sum var giftur við Thurid Thomsen. Fjórð í røðini var Kitty, sum giftist við G.C.A.F. Falsner og búsettist í Keypmannahavn. Yngst var Esther, sum giftist við Ingebrikt Kårbø. Tey búðu fyrst í Klaksvík og síðani í Bergen.
Oda var gift við norðmanninum Anders Harboe-Ree, og tey búsettust í Lillehammer. Seinni flutti Oda til Havnar og búðu uppi undir Varða.
Børnini eru Anders, sum er yvirlækni á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og Karin Maria, sum er gift við Guttormi Torvadal úr Tjørnuvík. Tey búgva í Havn.