Ocean Tiger fekk lemmar í Vági

Í gjár lá Ocean Tiger úr Nexø á Vági. Skipið kom eftir 13,75 m2 og 6,6 tons tungum lemmum.

Myndin vísir skipið Ocean Tiger við bryggju í Vági í gjár.

 

Skipið kom í gjár á Vág eftir trol-lemmum frá Rock Trawldoors.

 

 

Í aðrari grein á in.fo í dag stendur, at hendan vikan er besta avskipanarvika hjá lemmavirkinum nakrantíð:

 

Hans í Líðini, stjóri, vísir á, at í vikuni hevur danski rækjutrolarin Ocean Tiger verið á Vági eftir 13,75 fermetra stórum lemmum sum vigaðu 13,2 tons tilsamans. Skipið keypti eisini eykaútgerð til lemmarnar.

 

- Við Smyrli seinnapartin í dag fara 2 stk. rulluvektir á 7 tons hvør, eitt sett av lemmum á 17 fermetrar, sum viga 16,4 tons tilsamans. Haraftrat fer eitt sett av lemmum á 12 fermetrar, sum viga 10,7 tons tilsamans.

 

Stjórin vísir á, at samanlagt útflytir Rock Trawldoors hesa vikuna lemmar og rulluvektir á 54,3 tons tilsamans, umframt lemmarskógvar til Gadus.

 

- Virðið av hesum liggur beint undi tvær miljónir krónur