Ocean Majesty vitjar á Havnini í dag

Ocean Majesty er ferðamannaskip nummar 35, sum vitjar á Havnini í ár. Skipið er komið úr Heimaey í Vestmannaoyggjunum í Íslandi og er á veg til Invergordon í Skotlandi.

 

Umframt Ocean Majesty, so kom trý ferðamannaskip afturat á Havnina. Deutchland kemur næsta sunnudag, Norwegian Star kemur 19. september og Viking Star vitjar 21. september. Seinasta skipið, sum vitjar Tórshavnar Havn er Marco Polo, sum kemur á Oyrareingir í Kollafirði 7. oktober.

 

Tilsamans vitja 39 ferðafólkaskip á Havnina at vitja í ár – og tað er munandi færri enn í fjør, tá 63 skip vitjaðu.