Ocean Adventurer fer úr Havn norður á Funningsfjørð

Nú Ocean Adventurer hevur ligið á Havnini í dag, eru onkrar útferðir gjørdar við ferðafólkunum.

Í morgun klokkan 07.30 kom ferðamannaskipið Ocean Adventurer á Havnina, og skipið fer avstað aftur í kvøld klokkan 19.

 

Á skrivstovuni hjá Tórshavnar havn siga tey, at skipið er 100 metrar langt, bygt í 1975, og tað er skrásett í Nassau á Bahamaoyggjunum.

 

- Hetta er eitt lutfalsliga lítið ferðamannaskip við 71 ferðafólkum umborð. Sambært tí, vit vita, fer skipið úr Havn og norður á Funningsfjørð.

 

Lagt verður aftrat, at nú Ocean Adventurer hevur ligið á Havnini í dag, eru onkrar útferðir gjørdar við ferðafólkunum.

 

Hetta er ikki fyrsta ferðamannaskip á Havnini í ár, og hetta verður heldur ikki hitt seinasta.

 

- Bæði mánadagin og fríggjadagin í næstu viku fáa vit eisini vitan av ferðamannaskipum.

 

Á skrivstovuni hjá Tórshavnar havn verður sagt, at samlaða talið av ferðamannaskipum, sum hava boðað frá komu í ár, er 53.