Óbodnir gestir í hjalli í Hoyvík

Tað fær løgregluna at koma við eini einfaldari áheitan á fólk

Nú hava fólk í Hoyvík ringt til løgregluna at boðað frá, at tey hava havt óbodnar gestir í hjallinum. Tey siga, at tjóvar hava verið í hjallunum og har hava teir tikið nakað av øli og rúsdrekka, sum eigarin hevði goymt í hjallinum.

 

Løgreglan sigur, at hesa seinastu tíðina hava tey fingið nakrar fráboðanir um tað sama í Hoyvík, og sum heild er tað ikki ókent, at bæði kjøt og rúsdrekka hvørvur úr hjallum runt umkring.

 

Nógvir hjallar standa ólæstir, so tann eindalda áheitanum frá løgregluna til tey, sum hava hjall, er: Fái lás á hjalshurðina.