Barack Obama umhugsar at seta Al Gore sum ráðharra í stjórn sínari, um hann verður forseti í USA Tað eru ikki bara føroyingar sum eru upptiknir av Al Gore fyri tíðina. Sambært Politiken hevur Barack Obama sagt, at hann kundi hugsa sær at fáa Al Gore í stjórnina sum ráðharra enn ein enn hægri post.
Obama varð spurdur á veljarafundi í gjár, um hann umhugsar at seta Al Gore sum ráðharra.
Ja, tað geri eg, svara Obama.
Hann segði, at hann tosaði regluliga við Al Gore og brúkti hann sum ráðgeva í umhvørvismálum.