Í einari røðu í Kongressini í nátt segði amerikanski forsetin, Barack Obama, at hann hevur gjørt av at brúka 2.400 milliardir krónur til eina ætlan, sum skal seta ferð á búskaparvøksturin. Forsetin segði, at USA stendur framman fyri einari landsumfatandi kreppu, tí búskapurin er uppðgaður.
Ætlanin hjá forsetanum ber millum annað í sær, at arbeiðsfólk og vinnulívið fáa skattalætta, og at tað almenna skal seta fleiri lærarar og fólk innan byggivinnuna í arbeiði. Harafturat ætlan forsetin at framskunda fleiri stórar íløgur á samferðsluøkinum.
-Ætlanin fer skumpa undir búskapin, sum er steðgaður upp, og fyritøkur fara at skilja, at um tær gera íløgur og seta fólk í arbeiði, so eru fólk, sum fara at keypa teirra vørur og tænastur. Tit eiga at samtykkja ætlanina beinanvegin, segði Obama í einari beinleiðis áheitan á Kongessina og serstakliga republikanararnar.









