Stundin er nú komin, til at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, eigur at fara frá. Tað sigur amerikanski forsetin, Barack Obama, og hetta er fyrstu ferð, at hann beinleiðis hevur biðið sýriska forsetan leggja frá sær.
-Tað er tað sýriska fólkið, sum skal avgera landsins framtíð, men Bashar al-Assad forðar fyri tí, stendur í einari fráboðan frá Obama, sum samstundis ger vart við, at USA hevur mist tolið við sýriska leiðaranum og ikki trýr lyftum hansara um nýskipanir.
Beint aftaná, at Washington hevði kunngjørt fráboðanina hjá Obama, kom uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, við somu áheitan á sýriska forsetan.
Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at harta Sýrialand við nýggjum tiltøkum. Eitt nú keypir USA ikki meiri olju úr Sýrialandi, og amerikanarar sleppa ikki at gera íløgur í landinum.










